Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47

Føst boð

Mánadagur
02-10-2023
Føroyskt
Vit lesa og arbeiða við stuttsøguna "Elin Maria" í Les 1
Týsdagur
03-10-2023
Alis- og evnafrøði
Vit arbeiða víðari, at skriva um atomið, ið tit hava valt at skrivað um. Tit leggja fram fríggjadagin.
Føroyskt
Vit lesa og arbeiða við stuttsøguna "Blá ljós" úr Kvøl. Vit samanbera við "Elin Maria".
Stílurin verður latin - freistin er á miðnátt
Danskt
Læs kap. 2 i bogen "Happy Happy".
Mikudagur
04-10-2023
Søga og samtíð
Dánjal og Fríðrun leggja fram
Støddfrøði
Greiðslurokning latast inn í dag
Lívfrøði
Lívfrøði: Vit tosa um tekstin á
s. 8-13 í bókini "Ny Biologi 4"
Vit tosa eisini um uppgávuna, ið tit hava gjørt. 
Uppgávan í  lívfrøði
- Hvussu bleiv jørðin/alheimurin
til ?
-Hvussu tók lív seg upp á jørðini ?
-Greið frá hvussu lívið broyttist og mentist gjøgnum tíðina fram til okkara tíð ( til menniskjur) ?
Vit gjøgnumganga tekst og uppgávu eftir heystfrítíðina

Í dag 4/10 skulu tit lesa s. 14 og 15 í bókini "Ny Biologi 4" í tímunum.
Síðani skulu tit loysa hesar spurningarnar, ið hava samband við tekst á s. 10 til 15 (Kampen for Livet")
1. Hvat meinast við (liggur í merkingini/útsøgnini), tá tosað verður um í lívfrøði, at tann sterkasti yvirlivir?
2. Greið frá um hyljingarbúna/camouflage?
3. Greið frá um, hvat tað vil siga, at ættirnar broytast/arter ændres?
4. Charles Darwin er ein kendur persónur innan lívfrøðina, men hvat er tað, ið hevur gjørt hann so kendan, tá vit tosað um lívfrøði?
- Greið somuleiðis frá um lív og arbeiði Darwins, og um kenda ástøði/teori hansara, ið nevnist lívmenningarlæra/evolutionsteori?
Loys spurningarnar á einum Word- skjali og goymi tað saman við øðrum uppgávum í lívfrøði.
'Tit kunnu nýta bók og alnet til spurningarnar.
Hósdagur
05-10-2023
Søga og samtíð
Kornelia og Jósef leggja fram
Landafrøði
Landafrøði: Tit leggja fram um 3 lond, ið tit hava skrivað um.

Uppgávan skal innihalda:
- Fólkatal 2013 og 2023
-Vøkstur ella minking frá 2013 til 2023 í valdu londum
- Eru londini, ið tit hava valt fjølbygt ella strálbygt
"meira enn 100 fólk/km2- fjølbygt"
"minni enn 100 fólk/km2- strálbygt"
- Hvussu nógv fólk búgva í landinum/km2 (befolkningstæthed)
- Miðallivialdur
- Fólkasamanseting: menn/kvinnur - børn/vaksin
- Átrúnaður
Danskt
Læs kap. 3-5 i "Happy Happy".
Fríggjadagur
06-10-2023
Føroyskt
Vit arbeiða við "La familja" hjá 200
Mállæra til og við s. 19 skal vera liðugt áðrenn heystfrítíðina.