Í Skúla
Áðrenn skúli varð bygdur á Heygum, gingu vestmenningar í skúla í Mikkatrøð, í húsunum hjá Jógvan hjá Turid, áður nevnd "Í Skúla".
Á Heygum
Áðrenn farið var í skúla á Kongsteigum, var skúli inni á Heygum, í Geilini, har sum ungmannafelagið Geilin helt til fyri nøkrum árum síðan. Í skúlanum á Heygum vóru tvær skúlastovur í niðastu hædd, stovurnar hjá Follend og Kvívíkslærarinnu, og ein skúlastova á aðru hædd, stovan hjá Traber.
Ein skúlastova var í ytra enda í húsunum hjá Eyðálvi á Heygum, stovan hjá Andreasen. Ítrótt gjørdu næmingarnir í einum høli á verkstaðnum hjá Jóhannes Nicolajsen, sum stóð við Heygabrekku, har Torgið er nú.
Barnaheimið
Tá Barnaheimið var í Vestmanna, hevði Barnaheimið sín egna skúla ein part av tíðini. Skúlastovan var í ytra enda í Missiónshúsinum. Nøkur børn úr Vestmanna gingu í skúla her.
Á Kongsteigum
Í 1942 varð gjørt av at byggja ein heilt nýggjan skúla á Kongsteigum. Ringt var at fáa tilfar undir krígnum, so kommunan keypti gamla Kongliga handilin á Fitjum at brúka til forskalling. Alt tók tó sína tíð, tí ikki fyrr enn í 1945 byrjaði arbeiði at stoypa grundina. Í mai 1947 var alt stoypiarbeiðið liðugt.
Skúlin á Kongsteigum varð tikin í nýtslu í 1950, og nú høvdu Vestmenningar ein nýmótans skúla við bæði fimleikarhøll og svimjihyli.
Bygningarnir
Árini 1984 - 1986 vórðu eldru partarnir umbygdir og endurnýggjaðir, samstundis sum nýggjur skúli við ítróttarhøll varð bygdur í Frammibø.
Í 1967 varð bygt uppí úteftir á Kongsteigum.
Elsti parturin er frá 1950 og liggur á Kongsteigum beint uttan fyri Gjógvará.
Tann yngsti parturin er beint innan fyri Gjógvará og varð tikin í nýtslu 1. februar í 1986.