Brunafyriskipan skúlans
Ring til alarmsentralin: Ring tlf. 112.
Tú kanst fara til nærmastu telefon. Um hetta er ein korttelefon, kann hon brúkast uttan kort.
Tú skalt upplýsa
- hvat er áfatt
- hvar eldur er í
- hvussu nógv eru í vanda
- hvør tú ert
- hvaðani tú ringir
Harnæst
Byrja eftir rýmingarætlanini at flyta tey burtur, sum eru í vanda. Royn at sløkkja eldin og at lata hurðar og vindeygu aftur. Um einki er at gera, far út! Greið løgreglu og sløkkiliði frá støðuni, tá hesi koma á staðið.
Rýmingarætlan
Fólk, sum eru í vanda av royki og eldi, skulu út.
Leiklutur lærarans
Far stillisliga út úr skúlastovuni. Síggj til, at øll koma út og saman fara til savningarstaðið. Lat vindeygu og hurðar aftur, tá farið verður úr skúlastovuni. Slepst ikki út úr stovuni ella skúlanum, lat hurðarnar aftur og royn at geva boð við at fara til vindeyguni.
Leiklutur skúlastjórans
Kannar saman við lærarunum, um allir næmingarnir eru komnir út.
Rýmingarleiðir
Farið til nærmastu úthurð!
Savningarstøð
Øll í skúlanum í Frammibø savnast á økinum innanfyri ítróttarhøllina. Øll í skúlanum á Kongsteigum savnast á hondbóltsvøllinum.
Tekning yvir rýmingarætlanina hongur inni í hvørjum høli á hurðini ella beint við síðuna av.