Skúlasvimjing
Tað skal vera ein stuttleiki at vitja svimjihylin.
Reglur
- Tey, sum skulu svimja, skulu vaska sær væl við sápu um allan kroppin, áðrenn farið verður í hylin.
- Svimjiklæðini skulu verða rein.
- Børn undir sjey ár skulu vera saman við vaksnum fólki.
- Tey, sum leiga svimjihylin, hava sjálvi ábyrgdina av trygdini, og at reglugerðin verður fylgd.
- Tey, sum skipa fyri almennari svimjing, hava ábyrgdina av, at reglugerðin verður fylgd, og tey hava somuleiðis
- ábyrgdina av trygdini hjá teimum sum svimja.
Tað er ikki loyvt
- At roykja
- At renna og spæla í hylinum
- At halda gang (rópa, skrála, beistast o.l.)
- At hava luftmadrassur, bóltar, o.t. við sær í hylin
- At hava fløskur, góðgæti og mat við sær inn í svimjihøllina.
Reglugerð fyri undirvísing í svimjihøllini
- At lærarin er hjá, tá næmingarnir lata seg úr og fara undir brúsu
- At næmingarnir vaska sær, áðrenn farið verður at svimja
- At hurðarnar inn til svimjihøllina eru læstar til lærarin fer inn við næmingunum at svimja
- At lærarin er í svimjihøllini, tá svomið verður
- At ikki er loyvt at renna í svimjihøllini
- At lop í hylin bert fer fram undir lærarans leiðslu og eftirliti
- At lærarin læsir hurðarnar inn til svimjihøllina, tá liðugt er at svimja
- At lærarin er hjá, tá næmingarnir lata seg í
- At lærarin er seinastur úr umklæðingarhølinum og læsir eftir sær