Skapið
Búmerkið vísir fýra kassar. Tveir av teimum nertast og síggja út sum ein bók, og tveir standa teimum við hvør sína lið og ganga inn í báðar síður. Teir fýra kassarnir vísa til teir tríggjar skúlabygningarnar og so ítróttarhøllina sum tann fjórða.
Heildarformurin sær út sum ein bygningur ella sum fjallatindar. Grundin er í eygnahædd, meðan alt rísur upp frá tí linjuni. Skúlin lyftir teg upp frá botninum upp á fjallatindar. Mittasti formurin inniheldur eisini eitt V ovast, og eitt M niðanfyri, sum eru fyrstu stavirnir í báðum liðunum í Vestmanna. Hesin formur lýsir eisini eina hurð við glas rútum, sum verður lýst við tí, at formarnir á báðum síðum eru ljósari inni írutunum á hurðini.
Litirnir
Tríggir litir eru í búmerkinum: blátt, appelsingult og grønt. Litirnir eru dempaðir og standa væl saman. Blátt og appelsingult eru litir, ið tilhoyra Vestmanna, og tann grøni harmonerar væl við teir. Vestmanna er ein sera grøn bygd á sumri, tí bygdin er sum ein pottur, við líðum alt í kring.
Skriftin
Navnið er sett við skriftini Bebas Neue. Hon er eyðkend,stílrein, ein sokallað kondensað, t.e. smøl skrift, men er kortini klár og lætt lesilig. Henda skrift er vald, tí fyri eygaðstendur hon væl saman við búmerkinum. Stavirnir hava somu tjykd sum linjurnar í búmerkinum.