Fundarfrásagnir
Skúlastýrisfundur 12.05.2026
Møtt eru FV, DD, JS, AH, KV og MM
Á skránni er prógvhandanin.
17 juni er prógvhandanin løgd.
Uppgávur eru deildar út.
Skúlastýrisfundur 23.01.2025
Møtt eru: Jona, Magnus, Fríðunn, Durita, Anja, Jákup og Kristianna.
Ongin niðurskrivað skrá (fyrsti fundur eftir kommunuvalið).
Kommunu-umboðini greiddu frá, hvussu langt umbyggingin var komin.
Jona kunnaði nýggju limunum um, at vit hava seks fundir árliga.
Komandi fundir vórðu lagdir.
Skúlastýrisfundur 13. 03 2025
Møtt eru:
Jákup S. Jónesarsson,Anja Haldansen, Magnus D. Madsen, Fríðunn Vestergaard, Jona Seloy, Durita Danielsen, Kristianna Vinniedóttir var við á Messenger vegna sjúku.
Frá kommununi vóru Sára Jógvansdóttir borgarstjóri, og Rúna Koba skrivari.
Á skránni var: Status á skúlabygging.
Forkvinnan byrjaði við at bjóða vælkomin, og kunna nýggja bygdaráðið um, at skúlastýrið ynskir at hava hendan fundin í øllum førum einaferð um árið saman við borgarstjóra og trivnaðarnevndini, og tað vóru tey sjálvandi við uppá.
Við tí fyri eyga at kunna um, hvat rørir seg í samband við skúlabygging nú tað verður eitt stórt evni nógv ár framyvir. Og hvat annars hendir bæði á skúlans síðu og hjá kommununi, hvat viðvíkur Vestmanna Skúla.
Sára legði út við at greiða frá, at tað er komið so langt nú, at prosjekeringin verður næsta stig. Hon greiðir frá, at tey stíla ímóti, at sjálvt arbeiði við umvælingini byrjar í 2026, og byrjað verður við bygninginum frá 60´inum, tí hann er í ringasta standi. Væntað verður, at hettar arbeiðið kemur at taka 6-8 ár frá byrjan til enda.
Tekningarnar vóru vístar fyri teimum, sum ikki hava sæð tær áður, og tey vóru Magnus og Fríðunn.
Eisini greiddu tey frá, at nakrar broytingar vóru gjørdar síðan tekningarnar vóru vístar fyri starvsfólki skúlans herfyri, og tað var millum annað, at fleiri WC verða gjørd, tónleika stovan verður størri o.a.
Spurningur kom frá skúlastýrinum um tey vóru komin nærri einari loysn, hvussu skal gerast í mun til skúlastovur o.a. ímeðan arbeiðið fer fram.
Svarið var, at tey í samráð við skúlastjóranum finna ta bestu loysnina, so bæði næmingar og starvsfólk koma at tað hava tað sum best, ímeðan alt arbeiðið fer fram, bæði í mun til komfort, larm og sosialar umstøður.
Skúlastýrisfundur 08.05.2025
Møtt eru: JS, DD, FV, MM og AH og KV.
Meginreglur fyri Skúli og Heim vóru gingar ígjøgnum. Fyrispurningur er sendur Jonu um døgurðasteðgurin er nóg langur. Á námsfrøðiligum fundi meta lærararnir, at matarsteðgurin er nóg langur. Ynskiligt er, at kunna á heimasíðuni, nær og hvønn foreldur/avvarandi kunnu kontakta læraran. Um foreldur/vvarandi halda eina bók ikki vera hóskandi, sum næmingarnir skulu lesa, kunnu tey boða skúlastýrinum frá. Hetta kann standa undir Heim og skúli. Vikuætlanin skal helst vera løgd út í seinasta lagi kl. 17:00 dagin fyri. Átrokandi boð verða send við sms boðum. Uppskot er at fáa meiri rørslu inn í undirvísingina. Læraraumboðið greiddi frá, at tað eru nátúrligir steðgir og rørsla í undirvísingini í gerandisdegnum. Tað er ikki loyvi at brúka skutara a skúlans øki í skúlatíð. Um næmingar koma inn á skúlans øki við skutara í skúlatíð, verða foreldur kunnað um hetta. Steðgar tað ikki, finnur leiðslan eina loysn við foreldrini.
Skúlastýrisfundur 08.09.2025
Møtt eru JS, DD, MM, FV og KV
Skáin var lýstur av skúlastjóranum. Játtanin til Skúlastýrið varð tikið upp, og hvat skúlin skal søkja um til eykajáttanina. Dato fyri felagsforeldrafundin varð settur, Avgjørt var, at lærararnir skulu fáa eina heilsan frá Skúlastýrinum á altjóðalæraradegnum 05.10.
Skúlastýrisfundur 13.01.2026
Møtt eru DD, JS MM, FV, KV og AH
Vit tosa um fyrimunir og vansar við námsferðum. Um ferðast skal í Europa ella uttanfyri.
Avgjørt var, at seta skriv, sum er gjørt viðvíkjandi námsferðum, út á heimasíðuna.
Tosað var um, hvar vit eru við skúlabyggingini.
Skúlastýrisfundur 18.03.2026
Møtt eru: AH, SJ, MM, JS, P, FV og KV
Kommunan greiddi frá skúlaumbyggingini. kommunan vil fegin hava góð ráð til ymiskt praktiskt viðv+ikjandi hølum, spæliplássi o.ø. ymiskt kom upp at venda. Avtalað varð, at DD og KV kunna starvsfólkið um gongdin viðvíkjandi umbyggingini.