Rúsevnapolitikkur skúlans
Ásannandi at rúsevnamisnýtsla ávirkar arbeiðsavrikið, skal rúsevnapolitikkurin tryggja, at arbeiðsplássið Vestmanna Skúli er rúsevnafrítt. Leiðslan við Vestmanna Skúla hevur høvuðsábyrgdina av, at rúsevnapolitikkurin verður fylgdur.
Her er rúsevnapolitikkurin bert settur upp í høvuðstættum. Allan rúsevnapolitikkin hjá Vestmanna Skúla fært tú í skúlanum.
Í rúsevnapolitikkinum er:
- um endamálið við rúsevnapolitikkinum
- alment um rúsevni
- um undantøk
- um ábyrgd
- um vegleiðandi
- mannagongdir
- um munnliga ávaring
- um skrivliga ávaring
- um viðgerð um uppsøgn
Øll, sum eru í starvi í Vestmanna Skúla, skulu váttað, at hava lisið rúsevnapolitikk Vestmanna Skúla.