Skúlastýrið í Vestmanna skúla
Skúlastýrið ynskir at arbeiða við hesum málum komandi 4 árini:
- Halda áfram við at arbeiða fram ímóti einum nýggjari og nútímans skúla
- Samstarva við Kvívíkar Skúla og skúlastýri
- Grønur Skúli, víðari ætlanir
- Inniluft og inniumhvørvi
- Betra um arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, skrivara og leiðslu
- Skúlastýrið ynskir at gera arbeiðið í skúlastýrinum meiri opið og sjónligt.
Vit hugsa at leggja fundarfrágreiðingar á heimasíðu skúlans, eins og at øll hava atgongd til eitt yvirlit yvir, nær fundir eru í skúlastýrinum.
Vit ynskja eisini at tað skal verða lætt at koma í samband við skúlastýrið, eins og foreldur skulu gerast meiri forvitin eftir at vita, hvat rørir seg í skúlastýrinum.
Vit eru fyrst og fremst vald í skúlastýrið av foreldrum, og ynskja vit tískil eisini, at tit sum foreldur venda tykkum til okkara um eitthvørt er, sum tit ynskja skal verða viðgjørt í skúlastýrinum.
Skúlastýrið
- Jona Seloy, forkvinna
- Jóhan Müller, næstformaður
- Fríðunn Vestergaard, skúlastýrislimur
- Laila Haldansen, umboð fyri kommununa
- Anja Haldansen, umboð fyri kommununa
- Sigurlaug Fossdal, læraraumboð
- Eyðdis Eidesgaard, skrivari