Hvat kunnu foreldur vænta av skúlanum?
- at børnini fyrst og fremst fáa holla undirvísing sambært tí, sum skúlalógin fyriskipar
- at skúlin hevur lærarar við hollum kunnleika at undirvísa at lærarar møta til tíðina og eru væl fyrireikaðir
- at lærarar møta børnunum á tí støði, tey eru, og haðani eggja teimum at læra at børnini verða lærd samanhald, ábyrgd og vinarlag í flokkinum
- at lærarar eru fólkaligir og tosa hampuliga við næmingar og felagar
- at lærarar geva foreldrunum boð, so tíðliga sum gjørligt, um børnini ikki fylgja nóg væl við í skúlanum, og
- at foreldrini fáa at vita, um tey skulu hjálpa børnunum meira við heimaarbeiði
- at foreldur fáa boð, so tíðliga sum gjørligt, um barnið órógvar ella er ov friðarligt og einsamalt
Hvat væntar skúlin av foreldrunum?
At næmingarnir:
- møta rættstundis
- hava etið morgunmat og eru væl hvíldir
- hava gjørt heimaarbeiði
- eru fólkaligir, og tosa hampuliga við lærarar og felagar ikki órógva í stovuni ella í skúlanum sum heild
hava matpakka við, tá teir eru í skúla í matarsteðginum
At foreldrini:
- hjálpa børnunum við heimaarbeiði
- greiða børnunum frá, at skúlin er arbeiðspláss hjá børnunum og hjá lærarunum, og at tað hevur týdning, at tey virða skúla, lærarar, felagar og øll, sum eru í skúlanum
- læra børnini samanhald, ábyrgd og vinarlag boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við einum barni (t.d. sjúka)