Førleikastovan
Førleikastovan arbeiðir m.a við at samskipa serundirvísing, ráðgeva starvsfólki skúlans í sambandi við lesing, støddfrøði og trivnað. Hon er millumlið millum skúlan og Sernám og umboðar skúlan til fundir við foreldur og avvarðandi myndugleikar.
Førleikastovan luttekur í kanningum innan lesing, orðblindi og støddfrøði.
Tey ið manna førleikastovuna eru lærarar, ið hava tikið serútbúgving innan ávís øki.
Starvsfólk
- Hervør Heinesen, leiðari, serlærari, aktlærari
- Durita Danielsen, lesivegleiðari
- Jakoba Nielsen, støddfrøðivegleiðari
Atknýtt
AKT-toymið við akt lærarunum:
- Jacoba Nielsen
- Hervør Heinesen.
Heilsufrøðingurin Durita Restorff.
Samskifti
Teldupostur: ves-forleikastovan@skulin.fo
Telefon: 23 01 03