Vika
18
Vika
20
Vika
21
Vika
22
Vika
23
Vika
24
Vika
25
Føst boð
Føroyskt: Lesa einar 20 min. dagliga. Flestu børnini í 4.flokki lesa ov lítið. Komið og hjálpið teimum at tíma? Miðvís lesing gevur úrslit, og tað skulu ikki nógvir minuttir til dagliga.
Lesingin: Tað hevur týdning, at næmingar lesa nógv, men tað hevur eisini alstóran týdning, at vit halda fast í lesigleði teirra. Gerið lesiløtuna heima hugnaliga og veljið tíðir á degnum, tá ið tit eru væl fyri :) Hóast næmingarnir duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :)
Sí faldaran um lesing, ið næm. hava fingið við heim.
Mánadagur
28-04-2025
Danskt
Vit gera uppgávurnar til diktatina - Roar og Helge 3, sum vit skriva mánadagin í skúlanum.
Gera apríl-síðu í loggbókina.
Týsdagur
29-04-2025
Føroyskt
Í skúlanum:
Tit leggja faktabókina fram fyri flokkinum.
Minnist til at gera tað, sum uppgávan biður tykkum.
Ítróttur
At minnast til:
Vit møta í skúlanum kl. 8.00 og koyra við bussi til Havnar.
At hava við:
Ítróttarklæðir og skógvar, matpakka og vatndunk.
GG: Minnist til at hava grønu skúlaleikablusuna við.
Kunning frá fyrireikarunum:
So er tað týsdagin at vit hava endabrakið av Skúlaleikum fyri miðdeild.
Vit møta øll í Høllini á Hálsi týsdagin 29. apríl, vit byrja kl. 09.30 og dagurin endar kl. 14.00.
Matur verður á døgurða, hálv tvíflís og frukt, børnini hava dunk við sjálvi.
Vit elska at hoyra nógv góð lið- og flokshepp á degnum - sum eisini telja við í endaliga úrslitinum - so eggið enduliga næmingunum til at gera hepp:)
Mikudagur
30-04-2025
Hósdagur
01-05-2025
Fríggjadagur
02-05-2025
Enskt
Vit arbeiða í Mandy bókaheildini:
Mandy lesibók: 63-66
Arbeiðsbók: 38
Vit skriva Dictation 2
At gera við hús: Venjið Dictation
Tey hava pappírið í taskuni, ella sí niðanfyri!