Vika
04
Vika
6
Vika
7
Vika
8
Vika
9
Vika
10
Vika
11
Føst boð
Týsdagin 28. januar: Skulu øll starvsfólk í skúlanum og frítíðarskúlanum á skeið í Betri vinum. Tískil er skúlin stongdur. Betri vinir er granskingargrundað tilfar, ið gevur okkum ítøkilig amboð til at skapa eina mentan við góðum og sunnum barnafelagsskapum, har vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.
Vit fara upp á gólv mánadagin í 3. tíma og fríggjadagin 3. tíma.
Vit fara at arbeiða við kvæði komandi tíðina, nú dansitíðin er byrjað.
Torkils døtur: Tekstur: https://eystdans.dk/wp-content/uploads/Kvaerdir/TorkilsDotur.pdf
Vinarbólkar í 1.b.
Bólkur 1: Niels, Rani, Brynja, Jóhanna, Óluva.
Bólkur 2: Aron, Sjúrður, Lív, Aria, Alda.
Bólkur 3: Eva, Vár, Ranja, Olivia Døgg.
Sum eg skilji, so er onkur vinarbólkur farin í gongd, men ikki allir. Kunnu vit avtala, at allir eru farnir í gongd, tá ið januar er at enda komin?
Minnist til at ljóðlesa ;O)
IKKI STAVA!!!!
G er ikki ge, men ggg
L er ikki ell, men llll
T er ikki te, men ttt
Tað hevur alstóran týdning fyri lesingina, at tit ikki stava við børnunum!!!!
Ítróttur/svimjing í 1.b (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
- Genturnar svimja 3. tíma og hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag. Tí skulu tær hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við mánadagar.
- Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.
Foreldraumboð í 1.b: Barbara og Jona.
Mánadagur
20-01-2025
Støddfrøði
Byrja við at tosa um klokkuna heima. Hvat er klokkan tá ið tit etur nátturða, ella skal í song osfv. og vís gjarna barnið hvussu klokkan sær út tá.
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið í einar 5-10 minuttir við hús. Næmingarnir hava lesikortið í mappuni, har lesitilfarið er í. Skrivið í lesikortið, tá ið tit hava lisið. Eg viðmæli tykkum, at børn tykkara lesa hart upp fyri tykkum, av tí at tey menna lesingina meir enn 30 % meir, enn um tey lesa innantanna. Eisini er tað eitt gott hugskot at lesa síðurnar 2-3 ferðir, ella alla bókina 2-3 ferðir ella meir, áðrenn tey sleppa henni heilt. Eg lesi við dreingjunum í skúlanum í dag og gevi teimum nýggjar bøkur, um teir hava tørv á tí.
Týsdagur
21-01-2025
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið í einar 5-10 minuttir við hús. Næmingarnir hava lesikortið í mappuni, har lesitilfarið er í. Skrivið í lesikortið, tá ið tit hava lisið. Eg viðmæli tykkum, at børn tykkara lesa hart upp fyri tykkum, av tí at tey menna lesingina meir enn 30 % meir, enn um tey lesa innantanna. Eisini er tað eitt gott hugskot at lesa síðurnar 2-3 ferðir, ella alla bókina 2-3 ferðir ella meir, áðrenn tey sleppa henni heilt. Eg lesi við gentunum í skúlanum í dag og gevi teimum nýggjar bøkur, um tær hava tørv á tí.
Eg havi gjørt lesivinir, har tvey og tvey eru saman. Vit hava lesiløtu og lesa hart saman við lesivininum.
Venjið ørindi 3 í Torkils Døtur. Tey hava kvæðið í mappuni - vita sjálvi hvar.
Tey eru vælkomin at læra seg fleiri enn eitt ørindi á gangin.
Mikudagur
22-01-2025
Føroyskt
Eg havi gjørt lesivinir, har tvey og tvey eru saman. Vit hava lesiløtu og lesa hart saman við lesivininum.
Vit byrja uppá ein nýggjan bókstav.
Hósdagur
23-01-2025
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið í einar 5-10 minuttir við hús. Næmingarnir hava lesikortið í mappuni, har lesitilfarið er í. Skrivið í lesikortið, tá ið tit hava lisið. Eg viðmæli tykkum, at børn tykkara lesa hart upp fyri tykkum, av tí at tey menna lesingina meir enn 30 % meir, enn um tey lesa innantanna. Eisini er tað eitt gott hugskot at lesa síðurnar 2-3 ferðir, ella alla bókina 2-3 ferðir ella meir, áðrenn tey sleppa henni heilt. Eg lesi við øllum í dag, og gevi teimum nýggjar bøkur, um tey hava tørv á tí.
At gera við hús: Venjið ørindi 4 í Torkils Døtur. Tey hava kvæðið í mappuni - vita sjálvi hvar.
Tey eru vælkomin at læra seg fleiri enn eitt ørindi á gangin. Tey eru ófør at kvøða, so tað er ordiliga stuttligt :)
Fríggjadagur
24-01-2025
Føroyskt
Eg havi gjørt lesivinir, har tvey og tvey eru saman. Vit hava lesiløtu og lesa hart saman við lesivininum.