Vika 21
Vika 22
Vika 23
Vika 24
Vika 25
Vika 26
Vika 27
Vika 28

Føst boð

Føroyskt:

Børnini hava fingið lesikort heim við, har tey skriva hvat tey hava lisið bæði í skúlanum og heima. Hjálpið teimum at fylla tað út. Tað snýr seg ikki um hvør hevur lisið flesar bøkur, men at tey lesa. Lesið í umleið 20 minuttir dagliga.


Í ítrótti eru 2. og 3. flokkur saman. 

Næmingarnir skulu altíð hava ítróttarklæðir við, sjálvt um tey skulu svimja, tí svimjing er bara annan tíman.
Vit eru í íttóttarhøllini, so tey skulu hava ítróttarskógvar við.

Tað er gott um tit heima eisini práta um hvat eyðkennir tær 4 árstíðirnar.
Bókin er inni á Nam-Ibog Reader

Danskt:
Vit lesa og arbeiða í Min første læsebog med Søren og Mette og Min første opgavebog med Søren og Mette

Uppgávubók til Søren og Mette: Í uppgávubókini kunnu næm. arbeiða heima. Gott um tey gera nakrar síður heima hvørja viku.
Tað er gott at lesa hvønn dag, eisini danskt, í minst 10 min.

Mánadagur
19-05-2025
Føroyskt
Heima:
Lesið síðu 144-145.
Týsdagur
20-05-2025
Karamelludagur

Seinasti skúladagur(karamelludagur) hjá 9. flokki.

Næmingarnir møta kl 9.00 og eru í skúla frá kl 9.00-11.20. Um onkur hevur tørv á ansing frá kl. 8.00-9.00, kunnu tit siga frá, so kunnu tey vera á bókasavninum saman við skiftandi lærarum.

Vandin fyri karmi er stórur, so gott um tey, sum skulu í Frítíðarstovu aftaná, hava skiftiklæðir við. 

Mikudagur
21-05-2025
Føroyskt
Í skúlanum:
Vit skriva fyrisøgn.
Hósdagur
22-05-2025
Føroyskt
Heima:
Lesið síðu 146-147.

Ítróttur
Genturnar svimja 4. tíma
Fríggjadagur
23-05-2025
Føroyskt
Heima:
Lesið síðu 148-149.
Støddfrøði
Rokna til og við s. 85 í heftið. Minnist til at hava góðan ordan.

Pápi Ranju hevur boðið okkum á vitjan umborð á Ziska kl 10.