Vika
40
Vika
42
Vika
43
Vika
44
Vika
45
Vika
46
Vika
47
Føst boð
Bókstavir
Fyrstu mánaðirnar fara vit at læra bókstavirnar. Í sambandi við, at vit læra nýggjar bókstavir, so hjálpir tað børnum tykkara ógvuliga nógv, um tit práta um einstøku bókstavirnar við hús:
3 spurningar til tá tit práta við hús:
Hvussu eitur bókstavurin?
Hvussu ljóðar hann?
Veitst tú onkur orð, sum byrja við bókstavinum, ella hava bókstavin í sær?
Eitt gott hugskot er, at tit klappa ymisk orð við hús, so børn tykkara verða tilvitaði um smálutirnar í einum orði, tað stuðlar uppundir lesing og skriving teirra.
Ítróttur/svimjing (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
- Genturnar svimja 3. tíma og hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag. Tí skulu tær hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við mánadagar.
- Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.
Mánadagur
30-09-2024
Støddfrøði
Næmingarnir skal hava roknihæftir, við stórar puntar, til at brúka í undirvísingina.
Roknihæftirnar kann keypast í skrivstovuna. Eitt hæfti kostir 5 kr.
Gott hevði verið um næmingarnir kunnu taka 5 kr við í skula hesa vikuna.
Føroyskt
Genturnar svimja í 3. tíma og dreingirnir svimja í 4. tíma, tískil skulu øll hava svimjiklæðir við mánadagar :)
Í dag fóru vit í holt við B b. B er bláur og dugir tískil ikki at siga navn sítt. Tað eru bara teir reyðu, ið duga at siga navn sítt.
Hann ljóðar b, men eitur be - so hann má fáa hjálp frá e, fyri at kunna siga navn sítt.
At gera við hús:
Lesið dagliga - einar 5-7 ferðir um vikuna í einar 5-10 minuttir.
Á tann hátt menna næmingarnir lesing sína á bestan hátt.
Minnist til at ljóðlesa.
IKKI STAVA!!!!
B er ikki esss, men bbb
L er ikki ell, men llll
T er ikki te, men ttt
Tað hevur alstóran týdning fyri lesingina, at tit ikki stava við børnunum!!!!
Týsdagur
01-10-2024
Føroyskt
Laila Haldansen er á Seturskúla við 4. flokki, Elin Maria Olsen er fyri hana.
Vit arbeiða í "Súlan Arbeiðsbók 1" við B b.
Tá dreingirnir fara til rørslu, kunnu genturnar halda áfram við B b, arbeiða í eykabókum, uppgávum á vegginum, lita, spæla Fiska ella Stavilsiskríggj.
Lesiløtu í 5-10 min.
Mikudagur
02-10-2024
Handaverk og list
Laila Haldansen er á Seturskúla við 4. flokki.
Føroyskt
Vit arbeiða við B b í ymsu bókunum.
Duga tit nøkur orð við B b í sær?
Er b ljóðið fremst, í miðjuni ella aftast í orðinum? bil og bát, tá er tað fremst o.s.fr.
Hósdagur
03-10-2024
Handaverk og list
Nú er heystið komið - vit fara út at samla bløð og gera list burturúr teimum.
Felags foreldrafundur
Í dag kl. 17 er felags foreldrafundur.
Vit byrja við fyrilestri: Hvussu stuðla vit børnum okkara í fyrstu lesingini.
Fríggjadagur
04-10-2024
Føroyskt
Vit arbeiða við B b í ymsu bókunum.