Vika
20
Vika
22
Vika
23
Vika
24
Vika
25
Vika
26
Vika
27
Føst boð
Vinabólkar
Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :)
Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum.
Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har.
GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.
Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
11-05-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Venjið staviorðini til søgu 10.
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini.
Tey hava fingið skjalið Staviorð 10 við til hús at skriva á.
Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 10 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku of Firvaldsbókini.
Týsdagur
12-05-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)
Lesið Vanlig orð 6. Næmigarnir hava fingið pappír við orðunum við til hús. Annars eru tey at finna á s. 168 í Finku lesibókini. Vit hava lisið tey í skúlanum fríggjadagin.
Finka lesibók s. 172
Finka arbeiðsbók 2 s. 59
Grøna Finka og Firvaldsbók
Mikudagur
13-05-2026
Karamelludagur
Síðsti skúladagur hjá 9. fl.
Hósdagur
14-05-2026
Kr. himmalfaradagur
Frídagur
Fríggjadagur
15-05-2026
Frídagur
Frídagur