Vika
23
Vika
25
Vika
26
Vika
27
Vika
28
Vika
29
Vika
30
Føst boð
GG: Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka.
Vinabólkar
Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :) Sum eg skilji, so er tað sambært børnunum bara tann eini bólkurin, har øll hava havt vinabólk.
Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum.
Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har.
GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.
Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
01-06-2026
Tolsemisvika hesa vikuna
Vit í 2.b hava Tolsemisviku 
Vit hava hoyrt søguna, Dugir tú einki, Pettson?
Bókaframløga:
Í dag fer Niels at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Føroyskt
At gera við hús:
Venjið staviorðini til søgu 12.
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini.
Tey hava fingið skjalið Staviorð 12 við til hús at skriva á.
Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 12 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku of Firvaldsbókini.
Týsdagur
02-06-2026
Handaverk og list
Vit perla Bamsuvinin
Bókaframløga
Í dag fer Oliva Døgg at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Føroyskt
Við hús: Lesið eina løtu við hús.
Finka lesibók s. 178-183
Finka arbeiðsbók 2 s. 63
Grøna Finka og Firvaldsbók
Vit fingu Píka7 blaðið í dag. Hoyrdu søgnina um mannin, ið var eftir í Lítlu Dímun.
Vit arbeiða við blaðnum í skúlanum hesa vikuna.
Mikudagur
03-06-2026
Bókaframløga
Í dag fer Óluva at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Vit arbeiða við Píka7-blaðnum: Ábraham og Sára
Føroyskt
Við hús: Lesið eina løtu við hús.
Finka lesibók s. 178-183
Finka arbeiðsbók 2 s. 64
Hurrá, so eru Finka lesibókin og arbeiðsbók 2 lidnar :)
Í dag fóru vit ein túr oman í fjøruna/sandin við John´sa handil, har hugnaðu vit okkum og ótu matpakka í góða veðrinum.
Hósdagur
04-06-2026
Bókaframløga
Í dag fer Sjúrður at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Føroyskt
Betri vinir: Hvat dugi eg væl? Hvat duga hini væl?
So gott, at vit eru so ymisk :)
Postarenning saman við 2.a og 1. fl. - tað var ordiliga stuttigt og vit dugdu so sera væl :)
Ein frálíkur dagur :)
Gott vikuskifti :)
Fríggjadagur
05-06-2026
Grundlógardagur
Frídagur