Vika
10
Vika
12
Vika
13
Vika
14
Vika
15
Vika
16
Vika
17
Føst boð
Góðu foreldur :)
Vit práta nógv um í skúlanum, at tað hevur alstóran týdning at duga væl føroyskt.
Um tey siga okkurt á enskum: Dømi finally, so taka vit tað føroyska heitið og práta um tað.
Tey rætta eisini seg sjálvan nú, tá tey siga okkurt enskt, ella ein floksfelagi ger tað. Tað hevur so stóran týdning, at tey eru tilvitaði um tað, og um týdningin í at duga og skilja móðirmálið væl. Tí tað er eingin loyna, at føroyska málið er í vanda, og vit mugu royna at gera okkara at varðveita tað. Prátið nógv við hús um, hvat ymisk orð merkja, t.d. tá tey lesa fyri tykkum, ella tit fyri teimum- á tann hátt menna tey orðafeingið. Um vit dríva á í felag - koma vit langt :)
Blíðar heilsanir Laila
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð: umbiðin.
Gransking vísir, at fyri at tú skalt gerast tryggur í at skriva eitt orð rætt, so skalt tú hava skrivað tað í minsta lagi 7-9 ferðir.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Vit hava higartil lært tveir orðaflokkar ávikavist navnorð og sagnorð. Tit eru vælkomin at spyrja børn tykkara eitt sindur um teir báðar orðaflokkarnar.
Vit hava lært, at navnorð síggja, føla og lukta vit. Vit siga ein og eitt um tey. Dømi: Ein genta, ein bilur, eitt hús osfr. Sagnorð: Tað er tað, sum vit kunnu gera. At spæla, at súkkla, at hugsa osfr.
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur.
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og FríðaGG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
02-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 4- tabell:
4-8-12-16-20-24-28-32-36-40
Føroyskt
At gera við hús: Vit eru farin í holt við Lær teg at stava 2.
Venjið staviorðini til søgu 2. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum til foreldraviðtalurnar ;) Sigið mær frá, um onkur manglar.
Tey eru eisini at finna á netinum her: Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini.
Tey hava fingið skjalið Staviorð 2.
Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 2 í skúlanum.
Vit hava lisið gular bøkur :)
Týsdagur
03-03-2026
Handaverk og list
Vit gera tjøldur :)
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Tá tit lesa saman við børnum tykkara, so kunnu tit hava í huga um at práta um, hvat ymsu orðini merkja - á hendan hátt menna tey orðafeingið :)
Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini: Janus fær hund
Í lesibókini s. 136-137
Í arbeiðsbók 2 s. 38-39:
Vit lesa gular bøkur í 15 min.
Mikudagur
04-03-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
At gera við hús til í dag: Gerið ættar/familjutræið liðugt við hús saman við onkrum vaksnum, so fáa tit eisini eitt gott prát um hvussu lang-ommur og abbar osfr. eita :) Tey hava fingið Loggbókina við í taskuna.
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Tá tit lesa saman við børnum tykkara, so kunnu tit hava í huga um at práta um, hvat ymsu orðini merkja - á hendan hátt menna tey orðafeingið :)
Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Vanlig orð 5
í lesibókini á s. 138-139.
Arbeiða í Grønu Finku.
Vit lesa gular bøkur í 15 min.
Hósdagur
05-03-2026
Støddfrøði
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Føroyskt
At gera við hús:
Venjið Vanlig orð 5 við hús :)
Tey hava fingið eitt pappír við teimum, og annars eru tey eisini at finna inni á ibok.nam.fo. Í Finku lesibókini á s. 138-139 - har kunnu tit fáa tey lisin upp.
Um tey læra seg væl Vanlig orð 1-6, so duga tey umleið helvtina av orðunum, ið tey møta í lesitilfarinum. T.v.s. um tey eru stinn í teimum, so er eisini lættari at lesa.
Í skúlanum:
Vit gera uppgávur til søgu 3 í Lær teg at stava 2.
Vit lesa gular bøkur í 15 min.
Fríggjadagur
06-03-2026
Føroyskt
Vit lesa gular bøkur
Vit hava eitt lesiátak fram til páskafrítíðina, ið skúlabókavørðurin skipar fyri.
Átakið snýr seg um, at vit lesa bøkur við onkrum gulum á. Fylla ein lepa út við 5 bókum, ið vit hava lisið og eru við í kappingini um at vinna eitt gult páskaregg :)