Vika 04
Vika 5
Vika 6
Vika 7
Vika 8
Vika 9
Vika 10
Vika 11

Føst boð


Góðu tit
Vit fara nú at kvøða miðvíst fram til føstuávint. Grunddeild kvøðir í 3. tíma týsdag og 1. tíma mikudag. Í ár fara vit at leggja dent á at læra Ólavur Riddararós: Her finna tit kvæðið: (Microsoft Word - \\323lavur Riddarar\\363s.doc) Annars fari eg eisini at prenta teimum hvør sítt eintak til týsdagin.
Um tit hava hug at hoyra Harkaliðið ella kanska Týr við Ólavi Riddararós, so kunnu tit hoyra tað her :) ólavur riddararós - YouTube 

Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 
Vikuorð: Kallur, brynja

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur. 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
19-01-2026
Føroyskt

At gera við hús: Venjið staviorðini til søgu 13. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;) Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini. 
Tey hava fingið skjalið Staviorð 13 við til hús at skriva á.

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 13 í skúlanum og gera uppgávur til søgu 14.

Týsdagur
20-01-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum.

Í skúlanum:
Vit kvøða í 3. tíma.
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Muður og tenn:
Lesibók s. 100-105
Arbeiðsbók 2: s. 8-13

Lærarin lesur við næmingunum
Mikudagur
21-01-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum.

Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Muður og tenn:
Lesibók s. 100-105 og Vanlig orð 4 á s. 106-107.
Arbeiðsbók 2: s. 8-13

Grønu Finku og Firvaldsbókum

Hósdagur
22-01-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið Vanlig orð 4 - hava fingið eitt skjal við orðunum.
Eisini er tað eitt gott høvi at tríva í hini Vanligu orðini, sum tey hava fingið - Vanlig orð 1-3.

Í dag kemur Durita í flokkin at taka lesiroyndirnar við okkum :)

Fríggjadagur
23-01-2026
Føroyskt
So fer Bamsuvinurin aftur heim í vikuskifti við onkrum fittum næmingi :)