Vika
43
Vika
45
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Vika
49
Vika
50
Føst boð
Vinabólkar: Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :) Sum eg skilji, so er tað sambært børnunum bara tann eini bólkurin, har øll hava havt vinabólk.
Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har.
Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
19-10-2026
Føroyskt
Laila Haldansen er á skeiði og Gunnvá B. Nielsen hevur flokkin.
Kunnu eisini væl gera s. 20-21.
Arbeiða í Firvaldsbókum og hava lesiløtu ella okkurt annað.
Týsdagur
20-10-2026
Handaverk og list
Evnið: Heystið
Eisini hava vit spælt ymisk spøl so sum, Ludo, talv og Stavilsiskríggj o.s.fr.
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús.
Øll hava lisið í dag, og tey sum manglaðu nýtt lesitilfar hava fingið tað.
Fleiri lósu søguna upp fyri flokkinum :)
Mikudagur
21-10-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús.
Eitt hugskot er, at tit eisini lesa eitt ævintýr fyri/saman við børnum tykkara, nú ið vit fara at hava um ævintýr í skúlanum :)
So fara vit at hava um ævintýr :)
Finka lesibók s. 52-55
Finka arbeiðsbók: s. 38-41
Arbeiða í grønu Finku ella Firvaldsbók.
Vit hoyra ævintýr.
Vit skriva ævintýr.
Vóru ófør at skriva ævintýr og fleiri lósu eisini upp fyri flokkinum - so røsk :)
Hósdagur
22-10-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús.
Í skúlanum:
So hava vit um ævintýr :) Tey byrja altíð við einaferð var tað..... Hava tølini 2 og 3 í, ónd og góð í. Kenna tit nakað ævintýr?Finka lesibók s. 56-57
Vit hoyra ævintýr.
Vit skriva ævintýr.
Vit fara á bókasavnið har vit skrivaðu ævintýr og lósu.
Aftuarí dag lósu fleiri næmingar ævintýr upp - so ófør :)
Tað sær út til at tey hava funnið skrivigleðina :)
Vanlig orð 2: Næmingarnir fáa Vanlig orð 2 við til hús at lesa. Minnist til at lesa Vanliga orð 1-2 við hús.
Fríggjadagur
23-10-2026
Føroyskt
Í dag fer bamsuvinurin aftur á vitjan hesuferð til Óluvu :)
Vit taka saman um vikuna :)