Vika 47
Vika 48
Vika 49
Vika 50
Vika 51
Vika 52
Vika 1
Vika 2

Føst boð

Nú er kuldin komin, og tað skal mann venja seg við. Hugsið tískil um at lata børn tykkara heitari í, og geva teimum handskar og húgvu við eisini.
Endurskinskappingin byrjar eisini mánadagin 3. november. Endurskinini skulu síggjast frá øllum síðum, tískil er ikki nóg mikið bert við endurskini á eitt nú skúlastakuni. Myrkt er um morgnarnar og tískil er sera umráðandi at hava endurskin!

Betri Banki hevur latið skúlanum fleiri borðspøl, so vit hava fingið nøkur í okkara flokk eisini, sum vit hava havt gleði av.

'Tað er sera góð venjing at lesa Vanlig orð 1 og 2 við hús. Vit fáa Vanlig orð 3 heilt skjótt eisini.

Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 
Vikuorð: Góðgæti, orðafelli

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur. 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
17-11-2025
Føroyskt
Vit frætta frá vikuskiftinum hjá Bamsuvininum og Aldu :)

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Dukkan Fía" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.Venjið staviorðini til søgu 8. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;) Best er, um børnini bæði siga og skriva orðini.
Lesið eina løtu við hús :)

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 8 í skúlanum og gera uppgávur til søgu 9.
Týsdagur
18-11-2025
Svimjing
Genturnar svimja 2. tíma
Føroyskt

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Anna og nísan" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.


Mikudagur
19-11-2025
Føroyskt

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Nina og dunnan" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.


Í skúlanum: Vit arbeiða í Finkubókaheildini:
Finka lesibókin s. 84-85 - Vanlig orð 3
Tey fáa Vanlig orð 3 við til hús.
Grøna Finka og Firvaldbók.
Hósdagur
20-11-2025
Føroyskt

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Ein revur" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.
Lesið/venjið Vanlig orð 3. Er altíð gott at venja Vanlig orð 1-3, av tí at tey eru so vanlig í øllum tekstum.


Í skúlanum: Vit arbeiða í Finkubókaheildini:
Finka lesibókin s. 86-89
Arbeiðsbókin s. 64-67
Grøna Finka og Firvaldbók.
Fríggjadagur
21-11-2025
Føroyskt

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Kettan og músinl" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.
Vit fáa arkið til at skriva staviorðini til søgu 9 við til hús.