Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48
Vika 49
Vika 50
Vika 51

Føst boð


GG Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka. 

Heidi Vinther Egholm Flokslærari, Føroyskt,  Handaverk og list  tlf 519216
Vagnur Streymoy, Rokning og Heimstaðarlæra  
Thomina Hanna í Lon: Kristni og SI
Sarita Eriksen og Eli Muller: Ítróttur/Svimjing 

GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag 


Foreldraumboð fyri flokkin eru: Durita, mamma Leu
                                             Heidi, mamma Lín 
                                             Paula, mamma Rana

Í næmingaráðið eru vald:  Villiam og Thora 


Mánadagur
26-10-2026
Støddfrøði
At gera heima til í dag:
Tað, sum ikki er gjørt á s. 54-55 í grundbókini. 

Næmingarnir hava fingið uppgávubókina heim við. Roknið eini tvær síður í henni um dagin, til tey eru liðug við kap. 3
Føroyskt

Heima: Lesið minst 10 min.

í Skúlanum: vit lesa um Torvatrøllið sí 72-73. Sangurin er á Youtube. 
Vit gera uppgávur í Arbeiðsbókini sí 56-57

Eisini frætta vit frá Bamsuvininum, sum hevur verið heima hjá onkrum.... 

Betri vinir
MINNIST TIL FUNDIN HJÁ SSP Í KVØLD KL 18 -20 

Fríggjadagin fór Bamsan heim til Lín.
Týsdagur
27-10-2026
Svimjing
Genturnar svimja 2. tíma
Handaverk og list

Handverk/list
ì dag hava vit brúkt tíð til at arbeiða eitt sindur við Bamsutilfarinum/Virkin oktobur. Vit hava skriva eina heilsu til hvønn annan. Næmingarnir fingu eitt skjal heim við.
Mikudagur
28-10-2026
Føroyskt
Heima: Lesið minst 10 min hvønn dag. (onkur børn mangla at fáa nýggja bók, fáa eina í dag) Men tey kunnu lesa okkurt annað.

Ì skúlanum: Mánadagin var so nógv annað spennandi á skránni - so vit lesa tað sama sum stendur til mánadagin 27 okt. og gera uppgávurnar eisini. 

Hósdagur
29-10-2026
Heimstaðarlæra
At gera heima til í dag: 
s. 22-23 í arb.bókini.
Føroyskt
Heima: Lesið minst 10 min. hvønn dag. '



ì skúlanum:
3 næmingar leggja sína bók fram, hesi hava fingið boð heim. 

Vit skriva fyrisøgn, søgu nr 2, vit venja staviorðini í skúlanum.

Arbeiða í bláu Finku arbeiðsbók. Firvaldsbók.

 Vit eru byrjaði uppá at venja ein leik til jóla. Tey hava fingið handritið heim við at lesa. Minst til at hava hetta við aftur í skúla (í Postmappuna) 
Annað
GG!!! Hóskvøldið 30. oktober kl 18.30 skipar skúlastýrið fyri árliga fyrilestrinum fyri foreldur og avvarandi. Umframt at ársætlan hjá skúlastýrinum verður løgd fram, verður ein spennandi og sera viðkomandi fyrilestur við tveimum løgreglumonnum frá teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi.
Evnið er Børn og snildtelefonir, og hvussu vit ferðast trygt á netinum. 
Tiltakið er í auluni. Møtið fjølment! :) 
Fríggjadagur
30-10-2026
Ítróttur
Dreingirnir hava ítrótt 1. tíma og svimja 2. tíma.
Betri vinir
Í dag fór Bamsan heim til Sofíu.