Vika
41
Vika
43
Vika
44
Vika
45
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Føst boð
GG Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka.
Heidi Vinther Egholm Flokslærari, Føroyskt, Handaverk og list tlf 519216
Vagnur Streymoy, Rokning og Heimstaðarlæra
Thomina Hanna í Lon: Kristni og SI
Sarita Eriksen og Eli Muller: Ítróttur/Svimjing
GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Foreldraumboð fyri flokkin eru: Durita, mamma Leu
Heidi, mamma Lín
Paula, mamma Rana
Í næmingaráðið eru vald: Villiam og Thora
Mánadagur
05-10-2026
Betri vinir
Hetta vikuskiftið var Bamsan heima hjá Birnu.
Evnisvika hesa vikuna: Evni verður Heimstaðurin. Øll hava frí kl 11.20 alla vikuna.
At hava við: Matpakka, Pennalarhús v. saksi, límstift, liniál og blýanti
Vit gjørdu okkara fyrsta lítla hús, hvør býr heima hjá mær? Og plakatina til bygdina.
Og sangløtan riggaði so væl.
Sí onnur boð her uppi á síðuni, frá Atla, tónleikalæraranum.
Týsdagur
06-10-2026
Annað
Vit møta sum vant til morgunsang kl 8.
Fara í flokshølið at gera okkara Vestmannabygd. ì dag skulu vit hava húsini upp á plakatina. Eisini hoyra vit eina søgn úr Vestmanna í dag.
Kl 9 er sang og rørsluløta í aulini, saman við 1-3 flokki. Vit syngja sangir hjá Andreas Andreasen
Vit enda dagin við at rokna og lesa í 20 min. Vit nýta Firvaldsbók, Lær teg at stava og eykabókina til rokning.
Mikudagur
07-10-2026
Annað
Vit møta sum vant til morgunsang kl 8. Fara í flokshølið at gera okkara Vestmannabygd. ì dag fara vit at arbeiða í bólki, onkur ger kirkjuna, onkur skúlan, onkur kaiina, onkur miðnámsskúlan osv. Eisini hoyra vit ymiskt um Vestmanna.
Kl 9 er sang og rørsluløta í aulini, saman við 1-3 flokki.
Vit syngja sangir hjá Andreas Andreasen
Vit enda dagin við at rokna og lesa/skriva í 20 min. Vit nýta Firvaldsbók, Lær teg at stava og eykabókina til rokning.
Hósdagur
08-10-2026
Annað
Møta sum vant til morgunsang kl 8. Fara í flokshølið at arbeiða víðari. Um tíð og veðrið loyvir tí, fara vit ein túr runt í bygdini.
Kl 9 er sang og rørsluløtan.
Vit fara at baka pannukøkur, og hugna okkum.
Vit enda dagin við føroyskum og rokning.
Fríggjadagur
09-10-2026
Annað
Vit møta sum vant til morgunsang kl 8. Síðani fara vit í flokshølið. Um viðrar fara vit at gera eina postarenning.
Vit eftirmeta vikuna saman við næmingunum, vit rudda og tosa um vikuna.
Góða heysfrítíð øll somul.
Støddfrøði
At gera heima til í dag:
Tað, sum ikki er gjørt á s. 46-47 í grundbókini.