Vika
41
Vika
43
Vika
44
Vika
45
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Føst boð
Hesa vikuna:
Vit eru í skúla frá 8.00-11.20 mánadag-mikudag.
Flokslærarin hevur flokkin allar dagarnar.
Hósdagin kl. 10 fáa vit summarfrí :)
Dagliga eru "Betri vinir" onkursvegna grundfest í undirvísingina inni í 1.b.
Ein góð íløgu í framtíðina hjá børnum tykkara er at raðfesta lesing í gerandisdegnum :)
Bert nakrir fáir minuttir gera stóran mun - miðvís lesing gevur úrslit!!
At hava góðan bókstavakunnleika hevur alstóran týdning fyri at gerast ein góður- og neyvur lesari - lesið tískil í bókstavalesilistanum eisini - næmingarnir hava ein í part ;)
Vinarbólkar í 1.b.
Bólkur 1: Niels, Rani, Brynja, Jóhanna, Óluva.
Bólkur 2: Aron, Sjúrður, Lív, Aria, Alda.
Bólkur 3: Eva, Vár, Ranja, Olivia Døgg.
Ítróttur/svimjing í 1.b (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
- Genturnar svimja 3. tíma og hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag. Tí skulu tær hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við mánadagar.
- Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.
Foreldraumboð í 1.b: Barbara og Jona.
Mánadagur
05-10-2026
Føroyskt
Genturnar svimja í 3. tíma og dreingirnir svimja í 4. tíma, tískil skulu øll hava svimjiklæðir við mánadagar :)
Laila Haldansen er á skeiði.
Vit gera Putlisøgu B og líma B í Súlan bókastava- og ljóðbók.
Kunnu spæla Stavilsiskríggj, Fiska, arbeiða í eykatilfari o.s.fr.
Týsdagur
06-10-2026
Føroyskt
Vit prátaðu um "Svartfuglar".
Tá dreingirnir vóru farnir til rørslu: Prátaðu um Astrid Lindgren. Hví er hon so kend?
Mikudagur
07-10-2026
Handaverk og list
Vit gera heystmyndir
Støddfrøði
Gúla bók er komin heim við. Ger gjarna 1-2 síður heima, ella í mesta lagið til og við s. 38
Annað
Í morgun fara vit at lesa niðri í auluni beint eftir morgunsangin. Minnist til at taka eina bók við á morgunsang ;)
Føroyskt
Vit fara at læra E e.
Dugir E at siga navn sítt?
Ja, E er reyður, og teir duga sjálvir at siga navn sítt :)
Hósdagur
08-10-2026
Føroyskt
Vit fara á bókasavnið á vitjan og læna okkum ein bók ella tvær við egnum lánarakorti :)
Vit arbeiða við E e í ymsu bókunum.
Duga tit nøkur orð við E e í sær?
Er e ljóðið fremst, í miðjuni ella aftast í orðinum?
VIt hoyra langa ljóðið hjá e í Eli, og stutta ljóðið í egg.
Fríggjadagur
09-10-2026
Føroyskt
Vit taka samanum E e