Vika 25
Vika 26
Vika 27
Vika 28
Vika 29
Vika 30
Vika 31
Vika 32

Føst boð

GG: Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka.  

Vinabólkar

Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :) Sum eg skilji, so er tað sambært børnunum bara tann eini bólkurin, har øll hava havt vinabólk.


Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum. 


Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.

Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
15-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Laila og Eli eru um flokkin.

Vit fara at spæla spøl og baka pitsa, so tað er ikki neyðugt við matpakka í dag, um teimum dámar pitsa. 
Týsdagur
16-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Flokslærarin er um flokkin

Um viðrar so verður grillað í dag - tit frætta nærri, sum nærkast.
Mikudagur
17-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Rudda flokshølið - Flokslærarin er um flokkin

 At hava við: Matpakka


Hósdagur
18-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Seinasti skúladagur fyri summarfrítíðina

  • Sangløta
  • Postarenning(um viðrar)

Fríggjadagur
19-06-2026
Summarfrítíð
Vit síggjast aftur mikudagin 12. august. Eg ynski tykkum eina frálíka summarfrítíð :)