Vika 18
Vika 19
Vika 20
Vika 21
Vika 22
Vika 23
Vika 24
Vika 25

Føst boð

Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum. 


Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.

Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.

Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.


Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
27-04-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 7- tabell:
7-14-21-28-35-42-49-56-63-70
+ 2 síður víðari, har sum tey eru komin í bók 1B, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
At gera við hús: 
Venjið staviorðini til søgu 8.
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini. 
Tey hava fingið skjalið Staviorð 8  við til hús at skriva á.

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 8 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku.
Týsdagur
28-04-2026
Føroyskt
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)

Í skúlanum: Vit arbeiða í Finku bókaheildini: Á mønu hjalsins stari.
Er at finna her, um tit hava hug at lurta eftir sanginum: Á mønu hjalsins stari
Finka lesibók s. 148-149
Finka arbeiðsbók 2 s. 46-47
Grøna Finka
Mikudagur
29-04-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Káin og Ábal
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 7- tabell:
7-14-21-28-35-42-49-56-63-70
+ 2 síður víðari, har sum tey eru komin í bók 1B ella 2A, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)

Í skúlanum: Vit arbeiða í Finku bókaheildini:Letingin kvøðir og Ternan.
Finka lesibók s. 164-165
Finka arbeiðsbók 2 s. 54-55
Grøna Finka
Tey hava fingið ta vøkru myndina, sum tey gjørdu í handverki og list í gjár við til hús, tó liggur onkur einstøk eftir í skúlanum.
Hósdagur
30-04-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 7- tabell:
7-14-21-28-35-42-49-56-63-70
+ 2 síður víðari, har sum tey eru komin í bók 1B ella 2A, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)

Í skúlanum: 
Í dag kemur Durita Danielsen inn at taka lesiroyndir við flokkinum.
Vit arbeiða í Lær teg at stava 2: Vit gera uppgávur til søgu 9.
Arbeiða í Grønu Finku og Firvaldsbók.

Fríggjadagur
01-05-2026
Frídagur
Í dag er Dýri Biðidagur
Frídagur.
Gott vikuskifti :)