Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46

Føst boð

Vinabólkar: Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :) Sum eg skilji, so er tað sambært børnunum bara tann eini bólkurin, har øll hava havt vinabólk.


Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
21-09-2026
Føroyskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til søgu 3. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;) Best er, um børnini bæði siga og skriva orðini.
Lesið eina løtu við hús :)

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 3 í skúlanum og gera uppgávur til søgu 4.
Týsdagur
22-09-2026
Handaverk og list
Vit gera Fívlarnar lidnar og lita.
Føroyskt
Lesið eina løtu við hús :)

Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Lesibók s. 24-27
Arbeiðsbók s. 19
Grønu Finku ella Firvaldsbók
Lesiløtu
Mikudagur
23-09-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Mín stóra søgubíblia: Laila lesur, vit práta, tekna og skriva um tað í í loggbókina.
Føroyskt
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Lesibók s. 32-33
Arbeiðsbók s. 22-23
Grønu Finku ella Firvaldsbók
Lesiløtu

Allir næmingar hava lisið við lærara ;)
Hósdagur
24-09-2026
Støddfrøði
At gera við hús:
Børnini, ið ikki blivu liðug við uppgávurnar í "Plussbók" 
s. 4 og 5 rokna síðurnar til í dag.
Tey hava fingið heftið heim við.
Føroyskt
Lesið eina løtu við hús :)

Í dag fer tað at snúgva seg um kettur; í tí sambandi, eru næmingarnir vælkominr at fara í onkra blusu við kettum á, hava kettuoyru, ella eiitthvært annað, sum snýr seg um kettur ;)

Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Lesibók s. 31
Arbeiðsbók s. 21 
Vit læra at tekna kettur og lita kettumyndir.
Hoyra um Rosinu Wachtmeister, ið hevur teknað ketturnar, sum vit læra at tekna.
Vit lesa kettubøkur :)
Annað:
Grønu Finku, bláu Finku ella Firvaldsbók

Fríggjadagur
25-09-2026
Støddfrøði
At gera við hús:
Børnini, ið ikki blivu liðug við uppgávurnar í "Plussbók" 
s. 6 og 7 rokna síðurnar til í dag.
Tey hava fingið heftið heim við.
Føroyskt
Í dag sleppur bamsuvinurin aftur heim í vikuskifti saman við einum fittum næmingi í 2. b. Hann hevur glett seg til tess :)

Næmingarnir fáa pappír heim við til hús - Vanlig orð 1 og pappír viðvíkjandi staviorðunum til Lær teg at stava - Søga 4:)

Viðvíkjandi Vanlig orð 1 pappírinum, so hugsi eg, at tit leggja tað saman við hinum pappírunum, ið tit hava fingið - m.a Staviorð og bókstavalesilisti osfr. 
Á pappírinum eru púra vanlig orð, sum vit brúka, so eg hugsi her at fáa tykkum at lesa pappírið saman við børnum tykkara. Summi hava nokk við at lesa einstøku orðini og ikki setningin aftaná, har onnur væl megna at lesa alt, soleiðis eru vit so ymisk ;)