Vika
7
Vika
9
Vika
10
Vika
11
Vika
12
Vika
13
Vika
14
Føst boð
Vetrarferian er frá mikudegnum 11. februar. Vit møta aftur í skúla føstulávintsmánadag 16. februar.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Vit hava higartil lært tveir orðaflokkar ávikavist navnorð og sagnorð. Tit eru vælkomin at spyrja børn tykkara eitt sindur um teir báðar orðaflokkarnar.
Vit hava lært, at navnorð síggja, føla og lukta vit. Vit siga ein og eitt um tey. Dømi: Ein genta, ein bilur, eitt hús osfr. Sagnorð: Tað er tað, sum vit kunnu gera. At spæla, at súkkla, at hugsa osfr.
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Góðu tit
Vit fara nú at kvøða miðvíst fram til føstuávint. Grunddeild kvøðir í 3. tíma týsdag og 1. tíma mikudag. Í ár fara vit at leggja dent á at læra Ólavur Riddararós.
Um tit hava hug at hoyra Harkaliðið ella kanska Týr við Ólavi Riddararós, so kunnu tit hoyra tað her :) ólavur riddararós - YouTube
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð: Kallur, brynja
Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur.
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og FríðaGG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
09-02-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini: At sláa tunnu.
Í lesibókini s. 129
Í arbeiðsbók 2 s. 30-31.
Vit hava ymsar føstulávintsuppgávur sum vit eisini gera nú føstulávint nærkast.
Týsdagur
10-02-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Í skúlanum:
Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini: Snessa
Í lesibókini s. 124-125
Í arbeiðsbók 2 s. 26.
Vit arbeiða í bláu Finku við orðaflokkunum navnorð, sagnorð og lýsingarorð.
Mikudagur
11-02-2026
Vetrarfrítíð
So er vetrarfrítíðin :) Eg ynski tykkum eina frálíka vetrarfrítíð :)
Hósdagur
12-02-2026
Fríggjadagur
13-02-2026