Vika
05
Vika
7
Vika
8
Vika
9
Vika
10
Vika
11
Vika
12
Føst boð
Foreldraviðtalurnar vera hósdagin 5. februar, tit hava fingið teldupost hesum viðvíkjandi.
Vetrarferian er frá mikudegnum 12. februar. Vit møta aftur í skúla føstulávintsmánadag 16. februar.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Vit hava higartil lært tveir orðaflokkar ávikavist navnorð og sagnorð. Tit eru vælkomin at spyrja børn tykkara eitt sindur um teir báðar orðaflokkarnar.
Vit hava lært, at navnorð síggja, føla og lukta vit. Vit siga ein og eitt um tey. Dømi: Ein genta, ein bilur, eitt hús osfr. Sagnorð: Tað er tað, sum vit kunnu gera. At spæla, at súkkla, at hugsa osfr.
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Góðu tit
Vit fara nú at kvøða miðvíst fram til føstuávint. Grunddeild kvøðir í 3. tíma týsdag og 1. tíma mikudag. Í ár fara vit at leggja dent á at læra Ólavur Riddararós.
Um tit hava hug at hoyra Harkaliðið ella kanska Týr við Ólavi Riddararós, so kunnu tit hoyra tað her :) ólavur riddararós - YouTube
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð: Kallur, brynja
Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur.
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og FríðaGG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
26-01-2026
Føroyskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til søgu 14. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;) Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini.
Tey hava fingið skjalið Staviorð 14 við til hús at skriva á.
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum.
Týsdagur
27-01-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum.
Miðvís lesivenjing gevur úrslit!!!
Í skúlanum:
Vit kvøða í 3. tíma.
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Øskudólgur og sópingarkona
Lesibók s. 130-131
Arbeiðsbók 2: s. 32-33
Mikudagur
28-01-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga og góða løtu saman :)
Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Kelidýr:
Lesibók s. 114-119
Arbeiðsbók 2: s. 18-21
Vit skriva søgu um kelidýr.
Hósdagur
29-01-2026
Lærarar eru á læraradegi á Giljanesi
Næmingarnir hava frí í dag :)
Fríggjadagur
30-01-2026
Føroyskt
So fer Bamsuvinurin aftur heim í vikuskifti við onkrum fittum næmingi :)