Vika 50
Vika 51
Vika 52
Vika 1
Vika 2
Vika 3
Vika 4
Vika 5

Føst boð

Desember er ein serstøk- og hugnalig tíð í skúlanum. Vit hoyra millum annað jólasøgur, spæla jólaspøl, byggja jólaputlispøl og hyggja eftir "Snæfall" jólakalendaranum.


'Tað er sera góð venjing at lesa Vanlig orð 1-3 við hús :)



Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 
Vikuorð: Brævbjálvi, frímerki.

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur. 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
08-12-2025
Føroyskt
Vit frætta frá vikuskiftinum hjá Bamsuvininum og Aroni:) Hetta er somuleiðis seinastu ferð fyri jól, at Bamsuvinurin fer á vitjan :)

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "´Tvey fitt lomb" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini. Venjið staviorðini til søgu 11. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;)

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 11 í skúlanum og so fer bókaheildin Lær teg at stava í jólafrí :)
Týsdagur
09-12-2025
Handaverk og list
Vit gera jólastjørnur
Føroyskt

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Oda og Dora" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.

Vit gera jólaprýði av ymsum slagi og hoyra jólasøgu og hyggja eftir jólakalendaranum.
Mikudagur
10-12-2025
Støddfrøði
At gera við hús
Roynd s. 81 til og við s. 86 "Geometri"
Bók: Rokning 2 a "Grundbók"
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Gleðiboðskapurin
Føroyskt

At gera við hús:Lesið søguna sum eitur "Á jólum" minst 3 ferðir við hús. 
Eg lesi hana við teimum í skúlanum eisini.

Vit gera jólauppgávur, hoyra jólasøguna um Sneisamannin og hyggja eftir filminum um Sneisamannin.
Hósdagur
11-12-2025
Føroyskt
Í dag hugna vit okkum við pakkaspæli o.ø :)
Fríggjadagur
12-12-2025
Føroyskt
Vit spæla jólaspøl :)