Vika
44
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Vika
49
Vika
50
Vika
51
Føst boð
Felags foreldrafundir ávikavist mánakvøldið kl. 18-20 og hóskvøldið kl. 18.30 - vit síggjast :)
Í skúlanum fara vit at hava Virkin oktober í huga í allan oktober mánaða :)

Eg haldi sjálv, at kalendarin hevur frálík hugskot um, hvussu vit eru virkin, hugbundin og saman :) Er ikki neyðugt at gera tað, júst tann dagin tað stendur, men t.d. ein dag, tá tað liggur fyri ;) Eg havi lagt leinkjuna her og eisini hava næmingarnir fingið hvør sítt eintak av "Virkin oktober".
Virkin oktober: Virkin oktober 2025 - Kalendari 3.0
ABC- sangurin: Ver virkin, ver saman, ver hugbundin.Bing Videoer
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo.
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð: At hava í huga: Ikki renn, ikki gang, hoyri eg mangan. Børn/ung taka -a burtur. Ikki ger hatta osfr. Tað rætta er sjálvtsagt, ikki renna, ikki ganga, ikki gera so osfr. Rættið tílíkan málburð, tá tit hoyra hann.
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og FríðaGG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Genturnar í 2. b svimja makavikur/líkavikur
Mánadagur
27-10-2025
Føroyskt
Í sambandi við at skúlin hevur Rokniviku, so rokna vit frá kl. 8.10-8.45 til og við hósdagin.
Vit fáa vitjan av SSP- ráðgevanum, sum eisini verður á fundinum í kvøld.
At gera við hús: Venjið staviorðini til søgu 5, bæði munnliga og skrivliga.
Lesið eina løtu við hús. Miðvís lesing hevur alstóran týdning. Eisini er hugnaligt og týdningarmikið, at tit vaksnu eisini lesa upp fyri barninum - finnið lesigleðina :)
Vit skriva søgu 5 í Lær teg at stava í skúlanum.
Týsdagur
28-10-2025
Mikudagur
29-10-2025
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús, t.d. Vanlig orð 1 og 2, sum næmingarnir hava fingið við til hús. Við at duga væl at lesa tey mest vanligu orðini, gerst næmingurin stinnari at lesa tekst sum heild, av tí at tey vanligu orðini finnast í tekstunum.
Í skúlanum í dag arbeiða vit í Lær teg at stava, Firvaldsbók og Grønu Finku.
Vit spæla spøl og røra okkum eisini dagliga í skúlanum.
Hósdagur
30-10-2025
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús, t.d. Vanlig orð 1 og 2, sum næmingarnir hava fingið við til hús. Lesið á ein óhugnaligan hátt :)
Halloween uppgávur og postarenning :)
Hoyra um Allahalgannadag, sum er 1. nov. her í Føroyum - dagur teirra sjólátnu.
Fríggjadagur
31-10-2025
Føroyskt
Í dag fer bamsuvinurin aftur á vitjan