Vika
18
Vika
20
Vika
21
Vika
22
Vika
23
Vika
24
Vika
25
Føst boð
Næmingarnir hava fingið eitt pappír heim við at útfylla í samband við starvsvenjing í 9. flokki.
Sera týdningarmikið at tit lesa pappírið væl og minnist at skriva undir pappírið og lata inn so skjótt sum einaferð til ber.
At hava í huga til munnligu royndina í føroyskum:
Tað hevur alstóran týdning, at næmingarnir seta seg inn í tekstaslagið og hugdýpingarøkið, ið teir hava og eru førir fyri at greiða frá hesum til ta munnligu royndina í føroyskum.
Eisini hevur tað týdning, at teir/tit duga allar tekstirnar í hugdýpingarøkinum, og ikki einans tann, sum tit frásjónargera/samanbera tann ókenda tekstin við.
Mánadagur
27-04-2026
Alis- og evnafrøði
Tit halda fram við at skriva royndarfrágreiðing um "Elektrolýsu í vatni"
Føroyskt
Við hús: Lesið ókendu tekstirnar, sum eg havi givið tykkum.
Til í dag skulu tit hava lisið allar fýra tekstirnar sum eru í tykkara hugdýpingarøki og hava lisið ókenda/ókendu tekstirnar, eisini kunnu tit hava útfylt 1. síðu í skjalinum til Synopsu - um tit hava gjørt alt hetta, so eru til væl áleiðis.
Í skúlanum: Vit arbeiða við Synopsu. Nú hava øll fingið ókendar tekstir at lesa til í dag.
Týsdagur
28-04-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Evsta mark at lata uppg. í kristni inn er í kvøld.
Uppg. liggur í Teams.
Føroyskt
Við hús: Til í dag skulu tit hava valt tykkum ein ókendan tekst at greina og tulka. Tit har heima, tit eru vælkomin at spyrja, um tey hava valt sær ein ókendan tekst og kanska lesa hann saman við teimum, um tørvur er á tí.
Týskt
Heima: Hugsa um hvat tú etur til morgunmat og finn útav hvussu tað eitur á týskum
Í skúlanum:
- ger eina plakat av tínum morgunmati
Mikudagur
29-04-2026
Samfelagsfrøði
Lesið s. 69-71 heima.
Enskt
Read p. 98-99 in the Topic Book
Týskt
Heima: ger framløguna um morgunmatin lidna
Í skúlanum:
- leggja fram
- Arbeiða við "Wer hilft wem?" s. 54
Hósdagur
30-04-2026
Søga og samtíð
Lesið s. 86-91 væl og virðiliga.
Tit eru noydd til at ikki bara lurta/lesa, men hugsa um hvat tað er, sum tit lesa.
Skrivið gjarna notatir niður um tekstin fyri at minnast.
Tit eru noydd til at ikki bara lurta/lesa, men hugsa um hvat tað er, sum tit lesa.
Skrivið gjarna notatir niður um tekstin fyri at minnast.
Fríggjadagur
01-05-2026
Føroyskt
Frídagur. Um eina viku lata vit Synopsuskjalið inn.