Vika 05
Vika 6
Vika 7
Vika 8
Vika 9
Vika 10
Vika 11
Vika 12

Føst boð

Verkætlan verður í viku 6. Framløgan verður mánadagin í viku 7. T.v.s. at tey arbeiða við verkætlanini frá 2. februar, og framløgan verður 9. februar.
Høvuðsevnið í ár er Heilsa. Tað hevði verið ordiliga gott, um tit fingu eitt prát um hetta evnið heima, og hvørjir møguleikar eru at skriva um. 
Næmingarnir skulu boða frá, hvørjum tey eru í bólki við, og hvat evni tey hava valt at skriva um í seinasta lagi 29. januar.


Vit kvøða miðvíst í skúlanum til føstulávint: Hádeild kvøðir í 3. tíma mánadag og 4. tíma fríggjadag.

Í ár fara vit at leggja dent á at læra Ormin langa.
Her hava tit kvæðið: Ormurin.pdf
Her kunnu tit hoyra Týr: ormurin langi - YouTube

Vikuorð: Snekkja og grúgva

Nýtt føroyskt orðaspæl: orðasnar.fo
Tað er skilagott, at tit skifta orð um orðatakið og vikuorðini við hús eisini - serliga, tá vit hava gjøgnumgingið tey í skúlanum. 
Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv orð, ið næmingar ikki skilja, ið teir lesa. Fáið tykkum tískil tann vana at hyggja inn á sprotin.fo, har síggja tit, hvat tey merkja.


Mánadagur
26-01-2026
Landafrøði
I præsenterer om de tre store internationale organisationer:

EU, NATO & FN
Føroyskt
At gera við hús: Lesið s. 190-199 í Dropum. Skaldskapur av mannamunni: Ævintýr
  • Hvørji sløg av ævintýrum hava vit?
  • Hvørji eykenni hava tey?
Vit hoyra og greina ævintýrið.
Týsdagur
27-01-2026
Føroyskt
At gera við hús: Um tit ikki hava lisið síðurnar nóg væl, so at tit minnast tað sum skrivað stendur, so lesa tit enn einaferð s. 190-199 í Dropum. Skaldskapur av mannamunni: Ævintýr.

Í skúlanum: Vit taka samanum "Risans klótu" og arbeiða síðani við "Nýggi búni keisarans".

Støddfrøði
Rokna til og við stk. 457 liðugt heima.
Vinaliga hyggið í pennahúsan um nakað manglar í har. 
- min. 3 spískaðir blýantar
- viskileður
- blýantspískari
- linjal
- vinkulmátari
- passari
- litblýantar
Mikudagur
28-01-2026
Lívfrøði
Lesið kap. 5 og 6 í "Fuglar og fuglafrøði"
Týskt
Heima: tey sum ikki eru liðug við sítt dreymahús gera seg liðug 
Í skúlanum: 
- framløga av mítt dreymahús 
- In Weimar 
- uppgávur 
Hósdagur
29-01-2026
Landafrøði
FRI

Lærerne er på kursus
Støddfrøði
Rokna til og við 468
Eingin skúlagongd
Vegna læraradag, so er eingin skúlagongd.
Fríggjadagur
30-01-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eitt ævintýr úr eini ævintýrabók við hús, ella tit finna eitt á netinum. Vit práta um í skúlanum, hvat ævintýr tit hava lisið.

Í skúlanum: Vit skriva ævintýr...... minnist til at hava ævintýraeyðkenni við.
Týskt
Heima: les og umset s. 32-33, glosur eru á s. 120 
Í skúlanum: 
- lesa og umseta s. 32-33 
- gera uppgáva 3