Vika 05
Vika 6
Vika 7
Vika 8
Vika 9
Vika 10
Vika 11
Vika 12

Føst boð

Hetta er frá Betri Vinir, ein kanning um tey fara at gera 4. februar. Vinarliga sigi Kristionnu frá sum skjótast, um barn tykkara ikki skal vera við i hesi kanning. 

Góðu foreldur

Sum tit áður eru kunnað um, er grunddeildin á okkara skúla partur av Betri vinir verkætlanini. Aðrir skúlar luttaka eisini og verkætlanin verður framd í samstarvi við Barnabata, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám, umframt Mary Fonden og Red Barnet í Danmark

Hetta merkir, at starvsfólki í teim yngstu flokkunum hava verið á skeið, har tey hava lært at brúka tilfar og at skipa fyri ymiskum virksemi, sum hevur til endamál at skapa góða og trygga floksmentan fyri allar næmingar.

Í hesum sambandi fara vit nú aftur at gera ein kanning av trivnaðinum hjá næmingunum í grunddeild, tað er 1., 2. og 3. flokkur. Endamálið við kanningini er at fáa upplýsingar frá næmingunum um, hvussu tey trívast í skúlanum, bæði fakliga og sosialt, so at vit kunnu staðfesta verandi støðu og fylgja við gongdini. Soleiðis kunnu vit brúka tað í okkara víðari arbeiði við Betri vinum og síggja, hvussu verkætlanin eydnast og roynist.

Kanningin er ein spurnakanning við 20 spurningum um teirra skúladag, til dømis um hvussu tey trívast í skúlanum, og hvussu teimum dámar fríkorterini og tímarnar. Næmingarnir verða navnleysir og skulu tí ikki upplýsa navn ella flokk. Hetta fyri at tryggja, at ongin einstakur næmingur kann ?kennast aftur?. Starvsfólk í skúlanum verða inni í flokkinum, meðan spurningarnir verða lisnir fyri børnunum, so at børnini fara at kenna seg trygg og eru saman við góðum og kendum fólki.

Vit fara at greiða næmingunum frá endamálinum við kanningini, hvussu hon fer at fara fram, umframt at hon er sjálvboðin. Vit vóna, at tit lata barn tykkara luttaka, soleiðis at vit fáa so góða mynd av samlaðu støðuni í grunddeild sum møguligt. Um tit ikki ynskja at barn tykkara skal luttaka í kanningini, kunnu tit geva skúlastjóranum boð um hetta í seinasta lagi 26. januar 2026, antin við at senda teldupost ella sms. So skipa vit tað soleiðis, at tykkara barn sleppur at gera okkurt annað.

Um tit hava ivamál, vinarliga vendi tykkum til okkum.

Takk fyri

Vinarlig heilsan

Kristianna Vinniesdóttir

Skúlastjóri




GG: Næmingarnir hava frí hósdagin 29 januar vegna læraradag. Sí heimasíðu skúlans. 


Heidi Vinther Egholm Flokslærari, Føroyskt,  Handaverk og list  tlf 519216
Vagnur Streymoy, Rokning og Heimstaðarlæra  
Anna Sunadóttir Hansen: Kristni  tlf: 278149
Sarita Eriksen og Eli Muller: Ítróttur 

GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag 


Foreldraumboð fyri flokkin eru: Durita, mamma Leu
                                             Heidi, mamma Lín 
                                             Paula, mamma Rana

Í næmingaráðið eru vald:  Villiam og Thora 















                                                                        



                                                    
           



                                                                  
             



                                                                   
           



                                                                
            




































 



                                                                                  



 





Mánadagur
26-01-2026
Føroyskt
Heima: lesið min.10 min. 

í skúlanum: Upplestur/Hoyra: Ein basilla kvøður og tosa um orðini í orðabókini v.m. Sí 104-105. 
Gera sí 12-13 í arbeiðsheftinum. Læra meira um sagnorð og navnorð. Tekna og skriva. 

Øll hava fingið Grønu Finku (vanlig orð) heim við. Tey kunnu gera hana liðna og hava hana við aftur at vísa mær, tá ið tey eru liðug. um 2 síður um dagin er ok. 
Heimstaðarlæra
Í skúlanum: Vit tosa um árabátin - s. 59-63 í lærarabókini. 
Støddfrøði
At rokna heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 6-9 í grundbókini. 

Í súlanum: Vit halda fram at rokna s. 10 og 11 í grundbókini - restina av tíðini verður roknað í uppgávubókini.
Týsdagur
27-01-2026
Svimjing
Genturnar svimja 2. tíma
Handaverk og list
Vit arbeiða víðari við tógvi og bondum. 
Føroyskt
Heima: lesið 10 min hvønn dag. 
Annað

Kvøða í auluni saman við grunddeild og miðdeild 
Kvæðini eru Nykursvísa og Òlavur Riddararós.
Mikudagur
28-01-2026
Føroyskt
Heima: Lesið 10 min hvønn dag. 

ì skúlanum: Arbeiða i Lær teg at stava. Sí 40-41
Staviorð: teir, eta, dámar, melón, men, banan. 
Skriva fyrisøgn nr. 12
Bláa finka (mállæra) sí frá/til  sí 52-59. 
Tey, ið ikki verða liðug fáa bókina heim við í dag. 
Frílesing.
Annað

Kvøða í auluni saman við grunddeild
Kvæðini eru Nykursvísa og Òlavur Riddararós.
Støddfrøði
At rokna heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 10-11 í grundbókini
Hósdagur
29-01-2026
Føroyskt
Heima: Lesið 10 min hvønn dag. 

Næmingarnir hava frí vegna  læraradag. Sí heimasíðu skúlans. 
Fríggjadagur
30-01-2026
Føroyskt
Heima lesið 10 min hvønn dag. 
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 12-13 í grundbókini.