Vika
25
Vika
27
Vika
28
Vika
29
Vika
30
Vika
31
Vika
32
Føst boð
GG: Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka.
Lesingin:
Tað hevur sera stóran týdning, at næmingar lesa, og at vit royna at halda fast í lesigleðini, sum ofta gleppur okkum av hondum í júst hesum aldursbólki.
Hóast næmingarnir duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :)
Mánadagur
15-06-2026
Annað
Børnini eru í skúla til kl.11:20
Týsdagur
16-06-2026
Bjarghyl og grilling
Beint eftir morgunsangin verður farið í Bjarghyl. Um tað eru næmingar, sum troysta sær at vassa/svimja, mugu teir hava skiftiklæðir við.
Tá vit koma aftur á skúlan, so stendur grillin klár.
Mikudagur
17-06-2026
Túr til Havnar
Vit fara til Havnar, sí teldupost :)
Hósdagur
18-06-2026
Seinasti skúladagur
Vit møta kl. 8:00 sum vanligt. Vit hava felags hugna og postarenning. Skúlin bjóðar felags ábit í auluni, áðrenn farið verður í summarfrí kl. 11:20
SUMMARFRÍ :)
So er okkara fimta skúlaár lokið. Takk fyri í ár og góða summarfrí øll somul :)
Fríggjadagur
19-06-2026