Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48
Vika 49
Vika 50
Vika 51

Føst boð

Góðu foreldur

Nú er felags foreldrafundur aftur á skránni. Fundurin verður í flokshølunum hjá 5. flokki hóskvøldið 30. oktobur kl 17.30-18.30. 
Gevið gætur, at fundurin er sama kvøld sum felags foreldrafundurin hjá skúlastýrinum. Tann fundurin verður í Auluni kl. 18.30. Á skránni er fyrilestur við tveimum løgreglumonnum frá teknisku kanningardeildini hja Føroya Politi. Evnið er børn og snildtelefonir og hvussu vit ferðast trygt netinum. Eisini verður ársætlan hjá skúlastýrinum løgd fram í stuttum, og ein kaffimuður verður at fáa.


Evnisvikan: Vit hava gjørt eitt kort yvir støð í Vestmanna. Trýstið á her. (Hjá mær riggar tað bara, um eg brúki Chrome. Kanska best at brúka teldu).



Lesingin: Tað hevur sooo stóran týdning, at næmingar lesa!! Lesa nógv!! Men tað hevur eisini alstóran týdning, at vit halda fast í lesigleðini, sum ofta gleppur okkum av hondum í júst hesum aldursbólki. 

Flestu børnini í 5.flokki lesa ov lítið. 

Komið og hjálpið teimum at tíma at lesa? 

Lesiløturnar heima kunnu vera stak hugnaligar :) 

Hóast næmingarnir duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :) 

 

Vónandi taka tit eisini eitt prát um orðatøkini og vikuorðini?

Orðatakið hesa vikuna: Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita 

Vikuorðið: Ein sessur / at sessast / sessist 

Mánadagur
27-10-2025
Enskt
Read and translate p. 30-31.
Remember to go through the glossary list on the right side of the pages.
Støddfrøði
Í skúlanum:
Vit rokna síðu 50-52
Danskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til Kong Midas 6.

Vi skriver Kong Midas 6 i skolen.
Lesa Ludvig og Leo s. 60-
Vit gera eina oktobursíðu í loggbókina og arbeiða við Halloween uppgávum.
Týsdagur
28-10-2025
Føroyskt
Vit skriva fyrisøgn  - minnist til at venja  heima 
Somuleiðis skulu øll vera liðug við s. 8-9 í Nem mál í fimta

Vit fara eisini undir eitt lesiskeið, ið varir 3 vikur. 
Mikudagur
29-10-2025
Støddfrøði
Í skúlanum:
Vit rokna síðu 53
Danskt
Vit rokna frá 8.10-8.45 og gera síðani uppgávurnar til Kong Midas 7 i Ny diktat.
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Í dag er tað Liam sum bjóðar okkurt leskiligt :)
Vit gera eina postarenning.
Føroyskt
lesiskeið

Vit vitja bókasavnið. 
Lána bók til at leggja fram fyri flokkinum. (Kanska tit eiga eina góða aldurssvarandi bók heima?) 
Hósdagur
30-10-2025
Føroyskt
lesiskeið

Vit skriva fyrisøgn  - minnist til at venja  heima 
Fríggjadagur
31-10-2025
Støddfrøði
Í skúlanum:
Vit rokna síðu 54-56
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Allahalgannadagur 1. nov. - Dagur teirra sjólátnu.
Føroyskt
lesiskeið