Vika 37
Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44

Føst boð

Hesa vikuna:
Vit eru í skúla frá 8.00-11.20 mánadag-mikudag.
Flokslærarin hevur flokkin allar dagarnar.
Hósdagin kl. 10 fáa vit summarfrí :)

Dagliga eru "Betri vinir" onkursvegna grundfest í undirvísingina inni í 1.b.

Ein góð íløgu í framtíðina hjá børnum tykkara er at raðfesta lesing í gerandisdegnum :)

Bert nakrir fáir minuttir gera stóran mun - miðvís lesing gevur úrslit!!

At hava góðan bókstavakunnleika hevur alstóran týdning fyri at gerast ein góður- og neyvur lesari - lesið tískil í bókstavalesilistanum eisini - næmingarnir hava ein í part ;)


Vinarbólkar í 1.b.
Bólkur 1: Niels, Rani, Brynja, Jóhanna, Óluva.
Bólkur 2: Aron, Sjúrður, Lív, Aria, Alda.
Bólkur 3: Eva, Vár, Ranja, Olivia Døgg.

Ítróttur/svimjing í 1.b (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
  • Genturnar svimja  3. tíma og hava rørslu/ítrótt 4. tíma  mánadag. Tí skulu tær hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við mánadagar.
  • Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava  rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.

Foreldraumboð í 1.b: Barbara og Jona.
Mánadagur
08-09-2025
Føroyskt
Genturnar svimja í 3. tíma og dreingirnir svimja í 4. tíma, tískil skulu øll hava svimjiklæðir við mánadagar :)

Í gjár var altjóða lesidagur. Í tí sambandi fer allur skúlin at hava lesiløtu í auluni beint eftir morgunsangin í dag. Tit eru vælkomin at geva børnunum eina bók við í skúla, sum tey kunnu lesa og/ella blaða í :)

Týsdagur
09-09-2025
Føroyskt
Tá vit læra at lesa, so siga vit ljóðini í einstøku bókstavunum og seta tey saman til orð. Tískil er grundarlagið undir lesingini at duga ljóðið á einstøku bókstavunum. 
Vit hava higartil lært á, l, s, í.
Orð, ið vit við bókstavunum, sum vit higartil hava lært, kunnu seta saman til orð: Sá, lás, ís, lá, síl, í, á. 
T.v.s. við at hava lært 4 bókstavir, so kunnu næmingarnir longu nú seta ljóðini saman til orð.

Vit fara at byrja upp á Ó.
Ó dugir sjálvur at siga navn sítt, og er tískil reyður.

Mikudagur
10-09-2025
Føroyskt
Nú hava øll fingið lesibók :) 
Vit hava higartil lært hesi ljóðini/bókstavirnar: Á, L, S, Í, Ó.

Minnist til at ljóðlesa. IKKI STAVA- S er ikki esss, men sssss.
L er ikki ell, men llll
Tað hevur alstóran týdning fyri lesingina, at tit ikki stava við børnunum!!!!
  
Vit arbeiða við Ó á ymsan hátt.


Hósdagur
11-09-2025
Føroyskt
Útiskúlin í dag:
Vit fara at vitja gomlu býlingarnar:
Í Gørðum, á Rógvu, á Deild, í Skálum
Fríggjadagur
12-09-2025
Føroyskt
Vit arbeiða við uppgávum, sum hava við á, l, s, í og ó at gera.