Vika 23
Vika 24
Vika 25
Vika 26
Vika 27
Vika 28
Vika 29
Vika 30

Føst boð

Hesa vikuna:
Vit eru í skúla frá 8.00-11.20 mánadag-mikudag.
Flokslærarin hevur flokkin allar dagarnar.
Hósdagin kl. 10 fáa vit summarfrí :)

Dagliga eru "Betri vinir" onkursvegna grundfest í undirvísingina inni í 1.b.

Ein góð íløgu í framtíðina hjá børnum tykkara er at raðfesta lesing í gerandisdegnum :)

Bert nakrir fáir minuttir gera stóran mun - miðvís lesing gevur úrslit!!

At hava góðan bókstavakunnleika hevur alstóran týdning fyri at gerast ein góður- og neyvur lesari - lesið tískil í bókstavalesilistanum eisini - næmingarnir hava ein í part ;)


Vinarbólkar í 1.b.
Bólkur 1: Niels, Rani, Brynja, Jóhanna, Óluva.
Bólkur 2: Aron, Sjúrður, Lív, Aria, Alda.
Bólkur 3: Eva, Vár, Ranja, Olivia Døgg.

Ítróttur/svimjing í 1.b (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
  • Genturnar svimja  3. tíma og hava rørslu/ítrótt 4. tíma  mánadag. Tí skulu tær hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við mánadagar.
  • Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava  rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.

Foreldraumboð í 1.b: Barbara og Jona.
Mánadagur
01-06-2026
Heimstaðarlæra
Betri vinir: 
Vit fáa at vita hvat Bamsuvinurin hevur upplivað hetta vikuskiftið :) Júst sum hini vikuskiftini, so hevur Bamsuvinurin hugnað sær óført saman við einum barni í 1. b. Tað er so stuttligt at hoyra um :)
Føroyskt
Dreingirnir hava Andrias Eriksen í 3. tíma í dag fyri meg, tí eg havi  7. flokk í allan dag.
Blíðar heilsanir Laila

At gera við hús: Lesið í nakrar minuttir - tað gevur úrslit. Hugsið um, hvussu nógv tit hava ment lesingina í hesar mánaðirnar, ið tit hava gingið í skúla....... Miðvís lesing gevur úrslit ;)
Týsdagur
02-06-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið í nakrar minuttir - tað gevur úrslit. Hugsið um, hvussu nógv tit hava ment lesingina í hesar mánaðirnar, ið tit hava gingið í skúla....... Miðvís lesing gevur úrslit ;)

Vit lesa saman við lesivininum.
Arbeiða í Vit skriva.
Mikudagur
03-06-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið í nakrar minuttir - tað gevur úrslit. Hugsið um, hvussu nógv tit hava ment lesingina í hesar mánaðirnar, ið tit hava gingið í skúla....... Miðvís lesing gevur úrslit ;)

Vit lesa saman við lesivininum.
Arbeiða í Vit skriva.
Hósdagur
04-06-2026
Grundlógardagur
Frídagur
Fríggjadagur
05-06-2026
Betri Vinir
Í 3.-4. tíma fara vit í innskúlingini at hava eitt Betri Vinir tiltak, har vit fara at hugna okkum saman.
Tit kunnu væl lata tykkum í okkurt lilla, ella hava eitthvørt lilla, so sum elastik, sólbrillur osfr.
Føroyskt
Í dag sleppur Bamsuvinurin aftur heim í vikuskifti saman við einum fittum næmingi í 1. b. :)

Tit hava Andrias Eriksen fyri meg í dag í 2. tíma, tí eg fari at hava munnliga roynd við 7. flokki í dag.
Gott vikuskifti :)
Blíðar heilsanir
Laila