Vika
11
Vika
13
Vika
14
Vika
15
Vika
16
Vika
17
Vika
18
Føst boð
Hesa vikuna:
Vit eru í skúla frá 8.00-11.20 mánadag-mikudag.
Flokslærarin hevur flokkin allar dagarnar.
Hósdagin kl. 10 fáa vit summarfrí :)
Dagliga eru "Betri vinir" onkursvegna grundfest í undirvísingina inni í 1.b.
Ein góð íløgu í framtíðina hjá børnum tykkara er at raðfesta lesing í gerandisdegnum :)
Bert nakrir fáir minuttir gera stóran mun - miðvís lesing gevur úrslit!!
At hava góðan bókstavakunnleika hevur alstóran týdning fyri at gerast ein góður- og neyvur lesari - lesið tískil í bókstavalesilistanum eisini - næmingarnir hava ein í part ;)
Vinarbólkar í 1.b.
Bólkur 1: Niels, Rani, Brynja, Jóhanna, Óluva.
Bólkur 2: Aron, Sjúrður, Lív, Aria, Alda.
Bólkur 3: Eva, Vár, Ranja, Olivia Døgg.
Ítróttur/svimjing í 1.b (næmingarnir skulu hava skifttiklæðir og handklæð við)
- Genturnar svimja 3. tíma og hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag. Tí skulu tær hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við mánadagar.
- Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3 tíma týsdag.
Foreldraumboð í 1.b: Barbara og Jona.
Mánadagur
09-03-2026
Føroyskt
At práta um við hús:
Um O hevur ein bláan bókstav aftanfyri seg er O ljóðið langt. Oda, Dora.
Um O hevur tveir bláar aftanfyri, so er O ljóðið stutt. Ovnur, kongur
Týsdagur
10-03-2026
Støddfrøði
Í skúlanum: Vit gera s. 30 í Rokning 1d
Føroyskt
Genturnar gera Putlisøgu O
Mikudagur
11-03-2026
Støddfrøði
Í skúlanum: vit gera s. 31 í Rokning 1d. Minnast til at hava roknihæftið við í skúla, um tað liggur heima.
Handaverk og list
Grækarismessa er í dag . vit gera tjøldur :)
Tjaldur er tjóðfuglur okkara.
Føroyskt
Vit fara í gongd við at læra P p.
P er bláur, og dugir tískil ikki at siga, hvussu hann eitur.
Duga tit nøkur orð við P?
Vit lesa gular bøkur :)
Hósdagur
12-03-2026
Føroyskt
Vit arbeiða við P p. Vit kenna øll eina raska gentu, sum byrjar við P......Hon klárar mangt og hvat. Eg hugsi, at vit øll kunnu læra av henni. Hennara hugburður er, at um hon ikki dugir tað, so klárar hon tað kortini heilt víst.
Vit lesa gular bøkur
Fríggjadagur
13-03-2026
Føroyskt
Við arbeiða við P p
Gera Putlisøgu P og hyggja eftir Pippi.