Vika 37
Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44

Føst boð

Lesing: Tað hevur týdning, at næmingar lesa nógv, men tað hevur eisini alstóran týdning, at vit halda fast í lesigleði teirra. Gerið lesiløtuna heima hugnaliga og veljið tíðir á degnum, tá ið tit eru væl fyri :) Hóast næmingarnir nú duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :)

Faldari um lesing hjá børnum í aldrinum 7-10 ár: https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2018/06/5f.pdf

Útiskúli: Hósdagar fara vit út, tískil er gott, at næmingarnir eru ílatnir til at fara út.

Vinarbólkar í 1.a

1. bólkur: Treysti, Karolina, Lea, Sofía     
2. bólkur: Rani, Saranja, Birna, Villliam, Thora

3. bólkur: Óla Jákup, Røskva, Rúna, Lý

Ítróttur/svimjing í 1.a (næmingarnir skulu hava skiftiklæðir og handklæði við)
  • Genturnar hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag og svimja 5. tíma týsdag
  • Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3. tíma týsdag.
Foreldraumboð í 1.a: Ásvør, Oddvør og Tórunn.
Mánadagur
07-09-2026
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
s. 40  í grundbókini.
Føroyskt
Í gjár var altjóða lesidagur. Í tí sambandi ferð allur skúlin at hava lesiløtu í auluni beint eftir morgunsangin í dag. Tit eru vælkomin at geva børnunum eina bók við í skúla, sum tey kunnu lesa og/ella blaða í :)

Vit eru byrjað upp á Íí.
Vit arbeiða í arbeiðsbókum

At práta um við hús:
Sí omanfyri :)
Týsdagur
08-09-2026
Mikudagur
09-09-2026
Føroyskt
Nú hava øll fingið lesibók :) 
Vit hava higartil lært hesi ljóðini/bókstavirnar: Á, L, S, Í

Minnist til at ljóðlesa. IKKI STAVA- S er ikki esss, men sssss.
L er ikki ell, men llll
Tað hevur alstóran týdning fyri lesingina, at tit ikki stava við børnunum!!
Hósdagur
10-09-2026
Føroyskt
Útiskúlin í dag:
Vit fara at vitja gomlu býlingarnar:
Í Gørðum, á Rógvu, á Deild, í Skálum
Fríggjadagur
11-09-2026
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
s. 33 í uppgávubókini.