Vika 11
Vika 12
Vika 13
Vika 14
Vika 15
Vika 16
Vika 17
Vika 18

Føst boð

Lesing: Tað hevur týdning, at næmingar lesa nógv, men tað hevur eisini alstóran týdning, at vit halda fast í lesigleði teirra. Gerið lesiløtuna heima hugnaliga og veljið tíðir á degnum, tá ið tit eru væl fyri :) Hóast næmingarnir nú duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :)

Faldari um lesing hjá børnum í aldrinum 7-10 ár: https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2018/06/5f.pdf

Útiskúli: Hósdagar fara vit út, tískil er gott, at næmingarnir eru ílatnir til at fara út.

Vinarbólkar í 1.a

1. bólkur: Treysti, Karolina, Lea, Sofía     
2. bólkur: Rani, Saranja, Birna, Villliam, Thora

3. bólkur: Óla Jákup, Røskva, Rúna, Lý

Ítróttur/svimjing í 1.a (næmingarnir skulu hava skiftiklæðir og handklæði við)
  • Genturnar hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag og svimja 5. tíma týsdag
  • Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3. tíma týsdag.
Foreldraumboð í 1.a: Ásvør, Oddvør og Tórunn.
Mánadagur
09-03-2026
Foreldraviðtalur

Kl. 14.30 Saranja

Kl. 14.50 Karolina

Kl. 15.10 Sofía

Týsdagur
10-03-2026
Heimstaðarlæra
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 43
Føroyskt
Vit byrja upp á nýggjan bókstav: Pp.
Mikudagur
11-03-2026
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 3-5 í nýggju grundbókini. 
Handaverk og list
Í dag er grækarismessa. Tískil gera vit tjøldur :)
Føroyskt
Vit klippa og líma Pp í Bókstava- og ljóðbókina.
Hósdagur
12-03-2026
Saksur og límstift
Minnist til at hava saks og límstift í pennahúsanum.
Føroyskt
Skrá:
- lesa gular bøkur í 20 min. (bókasavnið hevur lesikapping; hvussu nógvar gular bøkur megna vit at lesa)
- Arbeiðsbók 2: Bókstavurin Pp á s. 26-27.
- Vinir mínir og eg: Pálmasunnudagur (lærarabók s. 65-66) 
- Skriva søgu í gula heftið og tekna mynd til.
- Vit skriva s. 34
Fríggjadagur
13-03-2026
Føroyskt
Skrá:
- lesa gular bøkur í 20 min.
- "Vit skriva" s. 35
- hoyra síðsta part um Pippi (sum jú hevur nógv Pp í sínum navni)
- betri vinir: vit spæla hjálpi-pikk (byrjar við Pp) á plenuni.