Vika
42
Vika
44
Vika
45
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Vika
49
Føst boð
Mánadagur
12-10-2026
Týsdagur
13-10-2026
Støddfrøði
Rokna til og við stk. B 174
Mikudagur
14-10-2026
Støddfrøði
Rokna til og við stk. B 179
Lívfrøði
Í dag arbeiða tit við lisnan tekst á s. 14 og 15 í bókini "Ny Biologi 4".
Tit skulu loysa hesar spurningarnar, ið hava samband við tekst á s. 10 til 15 (Kampen for Livet")
1. Hvat meinast við (liggur í merkingini/útsøgnini), tá tosað verður um í lívfrøði, at tann sterkasti yvirlivir?
2. Greið frá um hyljingarbúna/camouflage?
3. Greið frá um, hvat tað vil siga, at ættirnar broytast/arter ændres?
4. Charles Darwin er ein kendur persónur innan lívfrøðina, men hvat er tað, ið hevur gjørt hann so kendan, tá vit tosað um lívfrøði?
- Greið somuleiðis frá um lív og arbeiði Darwins, og um kenda ástøði/teori hansara, ið nevnist lívmenningarlæra/evolutionsteori?
Loys spurningarnar á einum Word- skjali og goymi tað saman við øðrum uppgávum í lívfrøði.
'Tit kunnu nýta bók og alnet til spurningarnar.
Hósdagur
15-10-2026
Søga og samtíð
Samuel og Marni leggja fram
Enskt
Vit leggja uppgávurnar fram, sum vit gjørdu á s. 28 í Task book.
Landafrøði
Landafrøði: Tit leggja fram um 3 lond, ið tit hava skrivað um.
Fólkið í heiminum
Uppgávan skal innihalda:
- Fólkatal 2013 og 2023
-Vøkstur ella minking frá 2013 til 2023 í valdu londum
- Eru londini, ið tit hava valt fjølbygt ella strálbygt
"meira enn 100 fólk/km2- fjølbygt"
"minni enn 100 fólk/km2- strálbygt"
- Hvussu nógv fólk búgva í landinum/km2 (befolkningstæthed)
- Miðallivialdur
- Fólkasamanseting: menn/kvinnur - børn/vaksin
- Átrúnaður
Hetta byrja tit eisini at arbeiða við um tíð er til tess.
Lesa s. 24 og 25.
Síðani svara tit hesum spurningum út frá áður lisnum teksti.
Fólkið í heiminum
1. Hví heldur tú, at nógv børn verða fødd í fátøkum londum og fá í ríkum londum.
2. Hvussu er støðan í føroyum? Veksur fólkatalið, ella minkar tað? Hvørjar avbjóðingar hevur hetta fyri land og kommunur?
3. Nevn trý ógvuliga tættbygd øki í heiminum.
4. Hvussu stórur er fólkatættleikin í Føroyum borin saman við Bangladesh?
5. Hví hava Føroyar ongan ella lítlan fólkavøkstur?
6. Hví hava onnur lond stóran fólkavøkstur?
7. Hví eru so nógv ymisk fólkasløg í Amerika?
8. Úr hvørjum londum eru flestu tilflytarar í Føroyum?
9. Í hvørjum økjum minkar fólkatalið í Føroyum? Í hvørjum økjum er fólkavøkstur?
10. Nevn trý dømi um átøk, sum eiga at kunna steðga skjóta fólkavøkstrinum í heiminum?
Loys spurningarnar á einum Word- skjali og goymi tað saman við øðrum uppgávum í landafrøði.
'Tit kunnu nýta bók og alnet til spurningarnar.
Fríggjadagur
16-10-2026
Alis- og evnafrøði
Øll leggja fram um atomið, ið tit hava skrivað um.
Støddfrøði
Rokna Virkni 1 liðugt
Týskt
Lesið og umsetið s. 30.
Her er ein leinkja til at lurta eftir ljóðbrotunum á týskum, so tit fáa vant úttalu. Tá ið tit hava skrivað hatta inn á leitisíðuna, veljið so Alles Klappt 1 úti í høgra teigi. Síðani er tað ljóðbrot nummar 11.
Her er ein leinkja til at lurta eftir ljóðbrotunum á týskum, so tit fáa vant úttalu. Tá ið tit hava skrivað hatta inn á leitisíðuna, veljið so Alles Klappt 1 úti í høgra teigi. Síðani er tað ljóðbrot nummar 11.
www.rks.fo/276