Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45

Føst boð

Góðu tit har heima: 

Lesingin: Tað er barasta so umráðandi at skumpa undir og stimbra lesihugin. Vit fara at lesa dagliga í skúlanum. Vónandi eggja tit eisini til lesna heima? Kanska spyrja, hvørjar bøkur, tey lesa í skúlanum (frílesing), fáa eitt gott bókaprát? og kanska lesa okkurt saman og harvið fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman?

Lesigleðin hevur alt at siga :) Har kunnu vit vaksnu gera stóran mun. 

Miðvís lesing flytir fjøll!! 


Strok er hent heimasíða við nógvum spennandi og viðkomandi tilfari :)

Mánadagur
14-09-2026
Søga og samtíð
Uppgávan, Lógir og relgur, verður løgd fram.
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 29 í grundbókini.
Týsdagur
15-09-2026
Danskt
Í skúlanum: 
Vit arbeiða við uppgávum til Regnar Lodbrog 3. Lesa í De hemmilige Youtubere.
Fáa brot fyri at lesa upp til hósdagin. 
Vit fara eisini at hugna okkum :)
Mikudagur
16-09-2026
Føroyskt
Heima: 
Ven fyrisøgn 3. Umframt avritið liggur hon eisini inni á Teams/føroyskt

Hósdagur
17-09-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Børn Ábrahams
Danskt
Við hús: Lesið brotið við hús, ið tit skulu lesa upp í skúlanum.

Í skúlanum: Lesa í De hemmilige Youtubere.
Fríggjadagur
18-09-2026