Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46

Føst boð



Lesing: Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi vit lesa, men at vit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman

Lesigleðin hevur alt at siga :)

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, tit hava tíð og orku til tað heima við hús, tað kemur heilt víst barni tykkara til gagns.

At taka sær stundir at lesa søgur fyri barni sínum og hava eina friðarliga og hugnaliga løtu saman, er gull vert og er við til at stimbra orðafeingið


Vit arbeiða miðvíst við Betri vinum 

 


Vit leggja dent á at fara út um skúlans gátt sum part av læringini. 


Píkasjey  er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a. 


Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. Tit brúka skulin.fo teldupostadressuna og loyniorðið, til at rita inn. 



Flokslærari: Laila Haldansen 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda 

Foreldraumboð: Mary og Fríða 

Mánadagur
21-09-2026
Danskt
Í skúlanum: Vit arbeiða við Søren og Mette lesi- og arbeiðsbók


Vit hyggja eftir einum broti um H. C Andersen: Den Lille Store: Sæson 1 ? HC Andersen | Se online her | DRTV
Føroyskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til Søgu 17 
Lesið í lesitilfarinum.

Í skúlanum: Vit skriva Søgu 17. Hava lesiløtu og arbeiða í Grønu Finku.


Øll hava lisið við læraranum :=)

Vit frætta frá Vár og Bamsuvini :)
Týsdagur
22-09-2026
Ítróttur
Minnist til ítróttar/svimjiklæðir, handklæði og innanduraskógvar
Føroyskt
At gera við hús: Lesið í lesitilfarinum.

Í skúlanum: Vit arbeiða í bókini "Hervør og Høgni í triðja".

Mikudagur
23-09-2026
Annað
Frá í dag av og eina viku fram, fara vikarar at hava flokkin, orsøkin til tess er, at Laila Haldansen er á námsferð við 9.flokki.
Heimstaðarlæra
Í skúlanum: Vit arbeiða í Eiturkoppinum
Kort: Í grundbókini s. 10-11
Í arbeiðsbókini s. 16-21. 
Arbeiða við hesum partinum í dag og komandi mikudag.
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Í skúlanum: Vit arbeiða í Vinir mínir og eg 3.
Einglar: Frá s. 6 í grundbókini - hon liggur á hillini í flokkinum. Næmingarnir hava Loggbók á sínari hill.
Hósdagur
24-09-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið í lesitilfarinum.

Í skúlanum: Vikarur hevur flokkin - Laila Haldansen er námsferð við 9. flokki.
 Vit arbeiða í bókini "Hervør og Høgni í triðja". 
Yrking: Eg lyfti ein stein. Hvat er ein yrking?
Lesibók s. 28
Arbeiðsbók s. 22
Arbeiða í Grønu Finku, tá tey eru liðug.

Fríggjadagur
25-09-2026
Føroyskt
Í skúlanum: Vikarur hevur flokkin - Laila Haldansen er námsferð við 9. flokki.
 Vit arbeiða í bókini "Hervør og Høgni í triðja". Arbeiða í Grønu Finku, um tíð er til tess.
Yrking: Puff mín loynidreki
Um tit vilja lurta við hús: Puff, mín loynidreki
Lesibók s. 29
Arbeiðsbók s. 23
Arbeiða í Grønu Finku, tá tey eru liðug