Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45

Føst boð

Vit eru farin í holt við at gera krabbaugggávur til krabbabøkur - á henda hátt arbeiða vit við lesifatanini. Tey fáa tó ikki krabbauppgávur til hvørja ferð.



Lesing: Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi vit lesa, men at vit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman

Lesigleðin hevur alt at siga :)

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, tit hava tíð og orku til tað heima við hús, tað kemur heilt víst barni tykkara til gagns.

At taka sær stundir at lesa søgur fyri barni sínum og hava eina friðarliga og hugnaliga løtu saman, er gull vert og er við til at stimbra orðafeingið


Vit arbeiða miðvíst við Betri vinum 

 


Vit leggja dent á at fara út um skúlans gátt sum part av læringini. 


Píkasjey  er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a. 


Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. Tit brúka skulin.fo teldupostadressuna og loyniorðið, til at rita inn. 



Flokslærari: Laila Haldansen 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda 

Foreldraumboð: Mary og Fríða 

Mánadagur
14-09-2026
Danskt
Í skúlanum: Vit fara í holt við Søren og Mette lesi- og arbeiðsbók til :)

Føroyskt
Við hús: Øll hava fingið krabbabók og uppgávu til. Lesið eina løtu í krabbabókini og gerið uppgávuna til - við at lesa og gera uppgávu til mennir lesifatanina.

Í skúlanum: Vit arbeiða við Lær teg at stava uppgávum til Søgu 17

Bamsuvinurin
Vit frætta frá vikuskiftinum hjá Bamsuvininum og Ranju :)
Týsdagur
15-09-2026
Føroyskt
Við hús:  Lesið eina løtu í lesitilfarinum - miðvís lesing gevur úrslit.


Í skúlanum: Vit arbeiða við Pippi. Hesaferð hevur Pippi føðingardag :)

Mikudagur
16-09-2026
Heimstaðarlæra
Sigmundur og Tróndur
Hósdagur
17-09-2026
Føroyskt
Við hús:  Lesið eina løtu í lesitilfarinum - miðvís lesing gevur úrslit.

Fríggjadagur
18-09-2026
Bamsuvinurin
Í dag fer Bamsuvinur heim í vikuskifti saman við einum næmingi, hann er sera spentur :)