Ævintýr í Heygadali

15. mai 2023

Ótti varð bastur, og mørk vóru flutt, tá næmingar í 9. flokki sigu í Heygadali í dag. Vit gleðast um stuttligu løturnar saman við teimum, nú seinasti skúladagur nærkast.

9. flokkur hevur í dag verið inni á demninginum í Heygadali og sigið. Tey hugnaðu sær óført, flest øll royndu seg, og mørk vóru flutt. Demningurin var eitt stórt runudíki, og tað er ikki gerandis. Síðani var farið á Rógvuveg at eta pizza og góðgæti. Eftir hetta fóru næmingarnir aftur í skúlan at gera klárt til karamelludagin. Her eru nakrar myndir frá degnum!

 

Deil