Palli 70 ár

12. mai 2023

Tað er sjáldsamt, at vit sleppa at halda 70 ára føðingardagar í skúlanum, men í vikuni hava vit heiðrað Palla Joensen, ið fylti 70 ár.

Palli hevur arbeitt í Vestmanna skúla í 41 ár, og vit eru heppin at hava hann her.

Við sínum fryntliga sinnalag, drúgvu royndum og góðu tilgongd til skúlaskap, er Pauli ein fongur fyri skúlan.

Vit ynskja Palla hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum, takka fyri ein góðan bita, og ikki minst fyri hugnaligu løtuna, vit fingu saman á kaffistovuni.

Deil