Í Vestmanna er gott

04. mai 2023

Vit hava ein góðan skúla. Og vit, starvsfólkini, standa saman um at ansa væl eftir stórum og smáum, soleiðis at starvsfólkini fáa bestu arbeiðsumstøður, og at næmingarnir fáa góðar læriumstøður.

Vit hava góð starvsfólk. Tey eru sterk, kompetent og virkisfús. Somuleiðis hava vit fittar og dugnaligar næmingar, og foreldur sum stuðla skúlaskapin væl. Vit vilja rósa næmingunum fyri at vera fittir og sakligir, tá teir føra síni sjónarmið fram og spyrja. Hetta er ein partur av almenna “dannilsinum”.

Almenna dannilsið fevnir eisini um, hvussu vit lata okkum í til ymisk høvi.

Vit hava á heimasíðu skúlans víst á, hvat vit halda er sømiligur atburður og klædnastílur, tá ið vit eru í skúla.

Skúlin er eitt arbeiðspláss, og har lata vit okkum sømiliga í.

Sambært fólkaskúlalógini, gera leiðslur og skúlastýri skilhaldsreglur í skúlum.

 

Blíðar heilsanir

Leiðslan í Vestmanna skúla.

Anna Maria Reinert Jensen (stjóri) og Elin Maria Ó. Olsen (varastjóri)

Deil