Rørsla í mai
01. mai 2023
Eftir ynski frá næmingaráðnum í miðdeild verður eitt rørsluátak í Vestmanna skúla í mai mánaða.
Næmingaráðið í miðdeild hevur ynskt meira rørslu í skúlatímunum. Vit eru glað og errin um at hava eitt virkið næmingaráð, sum vil ávirka skúladagin til tað betra, og sjálvandi royna vit at møta næmingunum, har vit kunnu. Tí var avgjørt á námsfrøðiligum fundi, at taka rørslu uppí hvønn einasta undirvísingartíma í grund- og miðdeild í mai mánaða.
Ein rørsluskrá er gjørd til endamálið, har lærarar kunnu finna íblástur til rørslu - bæði til tá pulsurin skal upp, og tá næmingarnir stillisliga ganga runt og práta saman.
Vit eru spent uppá átakið, og vóna at fáa glaðar og vælupplagdar næmingar burturúr hesum.
Deil