Ráðleggingardagur í Runavík

30. apríl 2023

Mánadagin vóru starvsfólk í Vestmanna skúla á ráðleggingardegi í Runavík. Skráin var rúgvismikil við gestauppleggi um skúlaaftran, trivnaðarátaki millum lærararnar, og so var arbeitt við visjónum fyri Vestmanna skúla.

Skúlaaftran er ein vaksandi trupulleiki kring alt landið. Tí høvdu vit biðið Tórfríð Danielsen og Liljuna Petersen, sum báðar eru sálarfrøðingar hjá Sernámi, um at hava eitt upplegg um júst hetta.

Vit hoyrdu um orsøkir til skúlaaftran, mannagongdir til tess at fyribyrgja skúlaaftran, og um hvørjir myndugleikar kunnu hjálpa, tá ið ein næmingur ikki vil í skúla. Vit fingu nøkur ítøkilig amboð, sum styðja okkum í at hjálpa næminginum, umframt amboð at styrkja samstarvið við heimið, og sum samstundis góvu íblástur til, hvussu vit vegleiða foreldur.

Í næstum verður farið undir at gera felags mannagongd fyri Vestmanna skúla til tess at fyribyrgja og basa skúlaaftran.

Trivnaður var eisini ein partur av degnum. Um lærarar skulu ganga á odda fyri trivnaðinum hjá næmingunum, er týdningarmikið at teir trívast sjálvir; og partur av hesum er at hava gott samband við starvsfelagarnar. Tí vóru lærararnir sendir á postarenning rundan um innara Toftavatn, har teir m.a. skuldu taka myndir við ymsum stuttligum treytum. Eisini funnu vit útav, hvør av lærarunum fær mest skúmgæti í munnin, og hvør skjótast etur 5 skúmbollar.

Umframt at styrkja trivnaðin millum lærararnar, kann hetta eisini verða íblástur til at samansjóða næmingarnar.

Visjón fyri Vestmanna skúla var síðan sett á breddan.

Vit arbeiða fyri einum fakliga sterkum skúla, har næmingar og lærarar trívast – við virðing fyri hvørjum øðrum og fyri umhvørvinum, vit ferðast í. Faktoymi kjakaðust um, hvussu vit røkka hesum málunum – og væl kom burturúr. Á ráðleggingardøgunum í summar fara vit at arbeiða víðari við at styrkja flokslæraraleiklutin og at styrkja toymissamstarvið – øllum næmingum at gagni – og at gera ein spennandi og fjølbroyttan árskalendara, har vit raðfesta lærdóm og trivnað millum næmingarnar.

Deil