Lesikapping
Undan páskafrítíðini hevur Vestmanna bókasavn skipað fyri lesikapping, har vinningurin var eitt páskaregg.
Undan páskafrítíðini hevur Vestmana bókasavn skipað fyri lesikapping, har vinningurin var eitt páskaregg.
Fyri at vera við í kappingini skuldi man lesa eina gula bók, og fylla út ein gulan páskaeggjaseðil við kunning um bókina - fleiri bøkur tú las - tess størri gjørdist møguleikin at vinna páskareggið.
Í dag varð drigið millum allar teir gulu seðlarnar - 123 í tali - og vinnarin varð funnin.
Fríði Joensen úr øðrum flokki gjørdist vinnari av páskaregginum, og bókin, hann hevði lisið, var Fergus: Barnaby fer at ferðast. Hann hevði skrivað á seðilin, at bókin er góð, stuttlig og hugnalig.
Vit ynskja Fríða hjartaliga tillukku við vinninginum, og góðan lesihug framyvir.
Somuleiðis ynskja vit øllum góða páskafrítíð og gleðiligar páskir.